Betra liðið tapti: HB-NSÍ 1-2


Hóast tapið svíður so sera meint beint nú, kunnu vit ikki annað ann fegnast um spælið hjá NSÍ í dag. Og lat okkum sláa tað fast beinanvegin – okkara menn vóru klárt bestir á vøllinum í dag, og eiga teir allir sum ein rós fyri sítt avrik.

Undan dystinum var eitt 2-1 tap í Havn ikki eitt óhugsandi úrslit, havandi í huga okkara 10 ára oyðimarkargongd móti HB í Gundadali.

Men tað er eitt greitt herðaklapp til okkara dreingir, at teir longu frá fyrstu minuttunum av dystinum fingu okkum at trúgva uppá, at í dag fór at bera til – ikki bara at geva HB skarpan gang, men at fáa øll trý stigini.

Vit byrjaðu dystin við András í málinum, Einari, Jens, Jóhan og Jónhard í verjuni, Heðini, Jann Inga, Jústinus oh Klæmint á miðjuni, og Christian Høgna og Jann Martin frammi.

Dugi ikki at seta ein fingur á spælið hjá nøkrum av teimum. András var tryggur aftasti skansi. Einar og Jónhard forðaðu uppspælinum gjøgnum síðurnar og hjálptu væl til frammeftir vøllinum. Jens og Jóhan áttu luftrúmið. Jann Ingi og Jústines vunnu bóltarnar á miðjuni. Heðin og Klæmint arbeiddu væl í síðunum. Og Christian Høgni og Jann Martin stríddust væl har frammi.

Longu aftaná 5 minuttir sást týðiliga, at NSÍ var komið til Havnar at spæla fótbólt. Christian Høgni tóktist grammur og rann eftir hvørjum bólti. Og Jann Ingi var eyðsýndur á miðvøllinum. Símun Samuelsen royndi fyrstu løtuna at koma framvið Einari, men tað gjørdist truplari og truplari hjá Símun, sum dysturin leið. HB tóktist sum heild bert at royna at standa móti trýstinum frá NSÍ og so at dúva uppá okkurt hissini kontraálop.

Nógv av okkara spæli frameftir fyrstu løtuna fór fram í vinstru síðu hjá Heðini. Vit høvdu meiri spæl, fleiri góðar samanhangandi avleveringar, tó uttan at koma til teir stóru møguleikarnar. Bólturin var fyri tað mesta á HB-hálvuni.

Fyrri hálvleikur var sum heild merktur av, at NSÍ spældi bóltin væl frameftir uttan at koma til tær stóru málroyndirnar. Ofta manglaði bert neyvleikin í seinastu avleveringini. HB hevði onkran leysan kjans, men komu hesir mest av tilvild. Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki kom HB meira við í spælið. Tað kavaði nokkso illa, og kavin legðist á vøllin. Fyrri hálvleikur endaði 0-0.

HB gjørdi eina góða roynd at seta seg á dystin fyrstu 10 min. av seinna hálvleiki. Men síðan mannaðu okkara menn seg upp aftur og stríddust væl á øllum vøllinum.

Eina løtu gekk nokkso javnt á. Bæði liðini vildu stýra spælinum, og tað hevði við sær, at nógvar feilavleveringar vóru. Ólavur kom á vøllin fyri Jann Inga í 66 min.

NSÍ fekk fleiri málmøguleikar, sum dysturin leið. Og í 73 min. gav tað úrslit. Jann Martin skjeyt innfyri úr høgru síðu, og við handara stong fluktaði Christian Høgni bóltin í málið. Leiðslan var uppiborin. Nú skuldi sigurin bara fáast til høldar. Og útlitini fyri sigrinum vóru góð, tí restina av vanligu tíðini sóu okkara menn út til at hava tamarhald á støðuni. Oddmar kom inn fyri Jann Martin í 84 min.

HB hevði okkurt fríspark og horna og royndu annars at trýsta, men tað sá út til at fara at ganga.

Ólukkutíð eydnaðist tað teimum at skora ikki minni enn tvær ferðir í yvirtíðini. Fyrst fekk Hendrik Rubeksen bóltin í mál. Og síðan gav Andrew av Fløtum teimum sigurin.

Gleðin um góða spælið, sum førdi til eitt fínt mál, og væntaða sigurin, var bráddliga vend til vónloysi um eitt tap.

Men eftir stendur, at vit í dag vóru klárt besta liðið í Gundadali. Um vit kunnu finna hetta spælið fram aftur komandi dystirnar, fara sigrarnir heilt vist at koma. Tað eru ikki nógv lið í Føroyum, ið kunnu spæla betur, enn vit gjørdu í dag!

Flott avrik dreingir!

Veljið dagsins mann – hóast tað í dag er trupult at taka ein fram um hinar.

[nggallery id=11]

Líknandi tíðindi