12/2/2026

Aðalfundur 2026

Í kvøld, hósdagin 12. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.

Aðalfundur 2026

Í kvøld, hósdagin 12. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.

Tóri Højgaard varð valdur til fundarstjóra, og Jóna Kristiansen til skrivara.

Skráin var sambært viðtøkum felagsins.

Formansfrágreiðing

Karstin Joensen legði fram formansfrágreiðingina og greiddi frá gongdini í felagnum. Hann vísti m.a. á frálíka ítróttarliga úrslitið hjá bæði kvinnunum og monnunum í heimligu kappingini 2025, at kvinnurnar skrivaðu søgu, við at tær fyri fyrstu ferð tóku lut í evropeiskum fótbólti, um týdningin av ungdómsarbeiðinum, ið er grundvøllur felagsins og framtíðarmenningararbeiðinum av okkara ungu leikarum.

Formaðurin takkaði øllum stuðlum fyri teirra íkast og eldsálum fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, ið tey dagliga gera fyri felagið. Hetta er fortreytin fyri at reka eitt ítróttarfelag.

Ársúrslitið

Ársroknskapurin hjá NSÍ varð lagdur fram. Roknskapurin vísti eitt jaligt úrslit.

Høvuðsorsøkin til hetta jaliga úrslitið, var at tiltøkini, sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, enn einaferð hava skapt fíggjarligan vinning. Samstundis hevur evropeisk luttøka eisini eina ávirkan.

Roknskapurin varð einmælt góðkendur.

Sitandi nevnd:

Karstin Joensen, formaður

Høgni Lamhauge, næstformaður

Herbjørg H. Jøkladal,kassameistari

Annika Klein, skrivari

Jóhannes Nielsen, nevndarlimur

Oddfríður Gaardbo,tiltakslimur

Wenzel Olsen, tiltakslimur

Høgni Lamhauge og Annika Klein stóðu fyri vali, umframt tiltakslimirnir Oddfríður Gaardbo og Wenzel Olsen.  

Annika Klein boðaði frá, at hon tók við afturvali, meðan Høgni Lamhauge hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali.

Sámal Vidal Samuelsen varð skotin upp sum valevni og valdur.

Formaðurin handaði fráfarandi næstformanni eitt heiðurstekin fyri trúfast íkast sum stuðul og starvsnevndarlim.

Heiðurstekinið hevði Jón Ingi Tausen serframleitt til høvi, eftir ynski frá starvsnevndini.

Nýggja nevndinskipaði seg soleiðis:

Formađur: Karstin Joensen

Næstforkvinna: Herbjørg Jøkladal

Peningarøkil: Jóhannes Nielsen

Skrivari: Annika Klein

Nevndarlimur:Sámal Jóhan Vidal Samuelsen

Tiltakslimur:Wenzel Olsen

Tiltakslimur:Oddfríđur Gaardbo

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
14.2.25

NSÍ FER Í HUMMEL!

NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon.
12.2.25

LARS MARKMANSRUD OG NSÍ 2025!!

Verjukendi norðmaðurin kemur at spæla við NSÍ í 2025.
9.2.25

HASSOU DIABY NDIAYE OG NSÍ SKRIVAÐ UNDIR SÁTTMÁLA

Diaby skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri 2025
7.2.25

EMIL WEIHE JOENSEN GULUR 2025 OG 2026

Emil Weihe Joensen hevur í dag undirskrivað 2 ára sáttmála við NSÍ.
2.2.25

AÐALFUNDUR

Lýst verður fyri aðalfundi felagsins
2.2.25

MARKUS KLEIN DANIELSEN UNDIRSKRIVAÐ 2 ÁRA SÁTTMÁLA VIÐ NSÍ

Ungi Markus Klein Danielsen hevur knýtt seg til NSÍ komandi 2 árini.
24.1.25

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

Ungdómsvenjarar settir at taka sær av ungdómsliðunum fyri dreingir
4.1.25

Brandur til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við NSÍ
1.1.25

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!