8/5/2025

Betri Deildin Menn (NSÍ - KÍ)

Nú fríggjakvøldið kl. 20:00 tekur Betri menn hjá NSÍ ímóti KÍ við Løkin. Bæði liðini hava vunnið allar sínar átta dystir í landskappingini, so talan er ein TOPP dyst. Uttan iva ársins dyst inntil víðari.

Góðu NSÍ fjepparar

Nú fríggjakvøldið kl. 20:00 tekur Betri menn hjá NSÍ ímóti KÍ við Løkin. Bæði liðini hava vunnið allar sínar átta dystir í landskappingini, so talan er ein TOPP dyst. Uttan iva ársins dyst inntil víðari. Fjølmiðlar gera nógv burturúr dystinum, og fleiri myndatól koma at vera til dystin.

M.a. kemur Raclip at filma okkum áskoðarar í samband við eitt videolag, ið skal gerast til nýggja NSÍ sangin.

Komið tí ØLL og stuðli okkara Betri monnum fríggjakvøldið!

Latum okkum gera tann GULA litin so sjónligan sum gjørligt, við at ØLL lata seg í GULT

Kl. 18:30 verður andlitsmáling og klapparar verða deildir út ókeypis.

Vit síggjast fríggjakvøldið við Løkin

SAMAN STANDA VIT STERK!!!

No items found.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.