31/10/2025

Góðar tíðir fyri framman !

Árið er komið at enda, og sigast skal, at tað hevur verið eitt ár, har vit kendu tiltikna NSÍ-andan við Løkin aftur. Klárt tað mest ágangandi spælið í landinum, har setningurin “At vit trýsta alla mótstøðu út á Toftavatn” er galdandi.


Góðar tíðir fyri framman !

Árið er komið at enda, og sigast skal, at tað hevur verið eitt ár, har vit kendu tiltikna NSÍ-andan við Løkin aftur. Klárt tað mest ágangandi spælið í landinum, har setningurin “At vit trýsta alla mótstøðu út á Toftavatn” er galdandi.

Leikandi lætta spælið og tiltikna innlegg-spælið, hevur verið ein fragd fyri eygað at síggja, alt ár. Og tá eru vit við gula hjartanum við, og kenna okkum aftur í andanum í felagnum.

Vit hava eisini sæð met nógvar áskoðarar í ár, bæði heima og ikki minst á útivølli. Guliganz eru vaknaðir aftur og setur tað sín dám á, allastaðni vit koma. Tað hevur alstórar týdning, fyri at koma á tindin aftur. Tað stimbrar og gevur okkum eina kenslu av, at tað er lív í felagnum og at vit vilja frammá.

Eftir at vera komin so smátt á slóðina í fjør, so er venjara toymið, við Jens Wedeborg á odda, so sanniliga fingið ágangandi NSÍ-fótbólt aftur í hásæti - Takk skulu tit hava fyri tað, og verður ynskt tykkum blíðan byrð frameftir á leiðini.

Men tað besta er fyri framman! Vit hava bestu árgangirnar í søgu felagsins, ið koma til besta fótbóltsaldur nú næstu árini. So næstu 5-6 árini meti eg, at tað er realistiskt at vinna 3-4 gullkrónur, út av teimun 10-12 í verða útlutaðar. Møguliga er hetta ov lágt mett, men tað er bara gott, um eg meti feil.

Menningarliðið kláraði at halda sær í næstbestu deildini, og er tað eisini av týdningi. Har má alt setast inn fyri, at vit hava menningarliðið, sum er hurðin inn til besta liðið, á einum altjóða støði. Tí annars er tað bara tómir dreymar í felagnum, um at hava egið tilfarð frameftir eisini.

Havi lagt til merkis, at vit hava alt ov fáar leikarar á ungdómslandsliðunum, og er tað hugtungt, at vit í NSÍ, hava verið serfrøðingar at menna úrvalsleikarar ígjøgnum árini. Her má eisini setast inn av álvara.

Sum eg nevndi longur uppi, so er eitt gylt ættarlið í NSÍ, sum kemur at stýra fótbóltsføroyum næstu árini. Men teir gera tað ikki einsamallir! Alt rundan um má vera á altjóða støði. Tey ið stýra felagnum, mugu fylgja við og síggja møguleikarnar næstu árini. Tey ið stuðla fíggjarliga, mugu so sanniliga eisini verða ein viðspælari komandi árini. Kommunan, ið hevur lagt nógv í at vit hava landsins besta graslíkisvøll, bestu ljós og eitt sera gott áskoðaraskýli, má eisini uppá vognin og seta ferð á nýggja felagshúsið, og fáa tað liðugt, nú stóra verkætlanin við svimjihøllini er av. Tí tað krevur nógv at vinna. Venjaraparturin, lænkatoymið, fysioterapeutar og likamligir veniarar, mugu virka á einum høgum professionellum støði, og ikki minst liðleiðarar við. Og tað hoyrir hertil, at umstøðurnar rundan um hesi toymi eisini eru á einum professionellum støðið, sum felagshúsið við Løkin verður.

Tað er nú lagaliga løtan er og har ja-liga sinnið skal takast fram. Her skal handlast á eggini, og leiðsla skal ikki ristast á hondum.

Vit øll, sum eru áskoðarar, mugu so sanniliga stuðla á okkara hátt. Eingin hjálp er ov lítil. Alt er kærkomið og til stóran stuðul fyri felagið, sum vit øll elska, tí VIT ERU ØLL NSÍ!

Takk fyri árið ið fór, eingin nevndur og eingin gloymdur. Spennið beltið og komið við á vognin tey næstu árini. Blíðan byrð !

Við gulum NSÍ-hjarta

Jens Martin Knudsen

No items found.
30.6.23

Andras Olsen 60 ár!

Í dag, 30. Juni, fyllir ein av liðleiðarum okkara, Andras Olsen, 60 ár.
19.6.23

NSÍ´arar á WU17 landsliðið!

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá WU17 landsliðnum, hevur úttikið hópin, sum skal til NM (Norðurlanda kapping) í Svørríki.
14.6.23

U13 gentur og betri deild kvinnur

Í góðveðrinum í gjár høvdu U13 gentur og Betri deild kvinnur eina venjing saman.
13.6.23

Bestu liðini sigraðu!

Fríggjakvøldi gekk leiðini hjá monninum norð til Margáir at spæla í móti EB/Streym.
7.6.23

NSÍ hevur sett stjóra

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum.
7.6.23

Betri deild kvinnur: 2-1 sigur á Víkingi!

Í góðveðrinum, sunnudagin 04. juni, leiktu kvinnurnar hjá okkum, eins og mennirnir, dyst ímóti Víkingi.
4.6.23

1-0 sigur á Víkingi

Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking.
29.5.23

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.
18.5.23

Málini hjá kvinnunum

Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.