19/6/2026

Heimleyst oddalið

Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri eitt fótbóltsfelag, at man hevur eitt felagshús

Heimleyst oddalið

Tað eru kommunur við stórum felagshúsum, ið hava ætlanir og dreymar um innandura fótbóltshøll. Og so er tað Runavíkar Kommuna. Eg hugsi, at hesin kritikkurin fer til tey seinastu 5-6 býráðini, ið hava sitið. So er kritikkurin kanska lættari at bera. Og eg kann taka mín part sjálvur.

Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri eitt fótbóltsfelag, at man hevur eitt felagshús. Sum er, so heldur besta mansliðið til í kjallaranum, kvinnurnar í kontainarum, børnini í Bylgjuni og onnur fáa sær kaffi í kioskini. Trupulleikin er, at talan er ikki um ein samlaðan felagsskap, ið dagliga gongur í somu hølum. Tað er einki natúrligt tilhaldsstað.

Hvønn týdning hevur hetta so? Man kann ikki beinleiðis siga, at hetta ger, at tað ikki ber til at spæla fótbólt. Men mítt uppáhald er, at í longdini hevur hetta sera stóran týdning fyri samleikan hjá NSÍ. NSÍ er fyri so vítt heimleyst. Og tað er rættiliga sigandi, at tey einastu feløgini, ið einki felagshús hava, bæði eru at finna í Runavíkar Kommunu. Hetta er simpulten bara ikki blivið raðfest. Onnur feløg, ið vit kappast við, hava havt eitt felagshús í áratíggju.

Nóa Ørk

Royndin at byggja eitt nýtt hús sunnanfyri vøllin verður skemtiliga kallað Nóa Ørk. Tað var fyribils húsið omaná stoyptu grundini, ið fekk fólk at hugsa um Nóa Ørk. Tað er kanska eitt nokkso sigandi navn, nú ein roynd varð gjørd at bjarga NSÍ nøkur umklæðingarrúm. Tað hevur gingið ógvuliga seint, hóast politisk semja og lyfti varð givið um at byggja umklæðingarrúmini beinanvegin. Hetta lyftið varð so ikki hildið.

Tað sær heldur ikki út til at nývalda býráðið – ið ikki er so nývalt longur – ætlar at skunda undir hesa ætlanina. Onkur býráðslimur, ið eg helt fór at arbeiða fyri einum NSÍ-húsi, hevur meira snakkað um at bróta niður, heldur enn at byggja upp.

Er hetta ein góð og endalig dreymaloysn? Nei, als ikki, men hendan loysnin kann gerast fínasta slag, um vit gera hana lidna.

Eitt Evropa-cup stadion á niðaru síðu?

Fyri eftirhondini nógvum árum síðani varð eitt sera flott og stórt stadion teknað á allari niðaru síðuni. Tað varð lagt fram fyri áhugaðum fólkum. Tað var flott, stórt og kundi rúma øllum evropa-cup krøvum, einum frítíðarskúla, eini matstovu, kontórum, umklæðing, fitness og so framvegis. Ja, um tú byggir alla langsíðuna í tveimum hæddum, so hevur tú fleiri túsund fermetrar. Ein dreymur. Men var hetta eitt ynski ella eitt krav frá NSÍ? Hevur NSÍ hendan tørvin ella lokkaði onkur NSÍ at droyma?

Eg kann í øllum førum staðfesta, at hendan ætlanin bara hevur verið brúkt ímóti NSÍ. Skal NSÍ byggja fyri 80 mió?! Hvat skulu hini so hava? Var tað ætlanin við tekningini?

Runavíkar Kommuna skal í núverandi støðu sjálvandi raðfesta annað enn eitt dýrt evropa-cup stadion a la Klaksvík á langsíðuni, sum NSÍ nokk ongantíð hevur sett krav fram um. Tað besta

hevði nokk verið at bygt í stigum á langsíðuni, men tann ætlanin varð skotin so langt út til innkast, at hon liggur nokk á Toftum. Kommunan hevur nokk at brúka pengar til. Nýggi Glyvra Skúli kostar eini 3-400 mió og innkomuvegurin má eisini gerast liðugur.

Men hví steðgaði semjan um at byggja eina góða fyribils- ella millumloysn sunnanfyri púrasta upp?

Áheitan

Góðu býráðslimir, ið ynskja NSÍ nøkulunda virðilig hølisviðurskifti. Fái nú teknaðu loysnina á suðursíðini í gongd aftur. Hon er vøkur og praktisk. So kunnu vit altíð droyma víðari um ambitiøsu loysnina á niðaru síðu.

Vit eru ikki heilt heimleys, tí vit hava altíð fantastiska stemningin við Løkin. Okkara heim er vøllurin við Løkin, men vit vilja so gjarna hava eitt felagshús!

Saman standa vit sterk.

No items found.
19.2.24

VFF CUP KVINNUR: 7-0 sigur á HB

Kvinnurnar leiktu 17.02, leygardag, VFF Cup á heimavølli í móti HB.
19.2.24

Tilmeldingardagur 2024

Sunnudagin 11.02 var árligi tilmeldingardagurin hjá ungdóminum.
16.2.24

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
24.1.24

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.
22.1.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.