12/2/2026

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

NSÍ hevur sett 2 venjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U18 og U21. Talan er um ávikavist Steffan Løkin og Jann Martin Mortensen.

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

NSÍ hevur sett 2 venjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U18 og U21. Talan er um ávikavist Steffan Løkin og Jann Martin Mortensen.

Jann Martin kemur samstundis eisini at hava ábyrgd av okkara 3. liðið, sum í ár kemur at spæla í 2. deild.

NSÍ hevur eisini sett ein hjálparvenjara til 1. deild, og tað verður aftur í ár Oddur Højgaard.Vit kenna øll teirra dygdir og royndir sum leikarar fyri besta mansliðið hjá NSÍ, og nú koma teir at brúka hesar royndirnar at venja og menna okkara ungu leikarar.

Jann Martin hevur venjaraprógv, og hevur eisini í nøkur ár havt ein venjaraleiklut í felagnum, bæði hjá ungdómsliðum og vaksnum liðum. Oddur gjøgnumførdi nýggja venjaraskeiðið “Leikaraleiðin” í fjør, samstundis sum hann var hjálparvenjari hjá okkara 1. deild og venjari hjá felagsliðnum NSÍ/Skála í U17. Steffan tók í fjør ábyrgdina av U15 liðnum fyri dreingir, tá ið kappingin var komin í helvt. Í ár fer hann so at hava ábyrgdina av U18.

Vit í felagnum gleðast um at fáa tílíkar nærlagdar og dugnaligar venjarar at taka sær av menningini og trivnaðinum hjá okkara ungu leikarum. Tykkum verður ynskt alt tað besta í tykkara leikluti sum venjarar í felagnum.

SAMAN STANDA VIT STERK!

No items found.
1.1.25

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!
17.12.24

Kevin Jablinski NSÍ’ari í 2025!

Norskur miðverji til NSÍ!
4.12.24

Michal Przybylski heim til NSÍ

Michal gulur í 2025!
25.11.24

Benadiktus Olsen partur av Betri hópinum 2025 og 2026!!

Ungi evnaríki Benadiktus hevur undirskriva sáttmála við NSÍ!
25.11.24

Rebekka til NSÍ

Rebekka skiftir frá HB til NSÍ
21.11.24

VÆLKOMIN HEIM

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ!
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum
21.10.24

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið