17/10/2025

Klæmint Andrasson Olsen gulur í 2026

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini

KLÆMINT ANDRASSON OLSEN GULUR Í 2026

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini

Klæmint hevur gjøgnum árini tikið fleiri føroysk met. Hann hevur millum annað tikið metið frá Jákupi á Borg fyri flest mál í bestu deildini. Hann hevur javnað metið hjá Rógva Jacobsen fyri flest mál fyri A-landsliðið og hann hevur vunnið gullskógvin heili 6 ferðir (2013, 2014, 2015, 2016, 2019, 2020). Í løtuni liggur hann væl fyri at vinna gullskógvin fyri 7. ferð.

Klæmint hevur leikt 424 dystir í bestu deildini og skotið heili 265 mál

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngerða, at Klæmint Andrasson Olsen verður gulur í 2026

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.