18/2/2025

KUNNING VIÐVÍKJANDI AÐALFUNDINUM

Møguleikin er fyri at gjalda limagjald við dyrnar

Í samband við aðalfundin, ið verður í NSÍ hølinum nú mikudagin 19. februar kl. 19:00, er hendan kunningin:

- Felagið bjóðar súpan og okkurt gott omaná.

- Mint verður eisini á, at man skal vera limur í NSÍ og hava goldið limagjald fyri at hava atkvøðurætt. Til ber at melda seg sum lim á heimasíðu felagsins, www.nsi.fo.

- Møguleiki verður fyri at gjalda limagjaldið við dyrnar.

Heitt verður á limir felagsins um at møta fjølment.

SAMAN STANDA VIT STERK!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.