29/5/2026

NSÍ SKRIVAÐ UNDIR VIÐ JÓEL TRÓNDARGJÓGV

NSÍ hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við unga lokala leikaran Jóel Tróndargjógv

NSÍ SKRIVAÐ UNDIR VIÐ JÓEL TRÓNDARGJÓGV

NSÍ hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við unga lokala leikaran Jóel Tróndargjógv. Hann hevur harvið sáttmála við NSÍ til og við 2029.

17 ára gamli verjuleikarin verður mettur sum eitt av mest spennandi ungu talentunum í felagnum, og hevur hann longu víst síni evnir við góðum avrikum seinastu árini. Jóel hevur verið fastur maður á næstbesta liðnum hjá NSÍ, har hann støðugt hevur ment seg bæði tekniskt og kroppsliga.

Jóel er ein fjølbroyttur verjuleikari, ið er tekniskt sera væl fyri . Hann er hávaksin, sterkur og hevur eitt framúr gott vinstrabein. Við sínum dygdum bæði við og uttan bóltin hevur hann allar fortreytir fyri einari spennandi framtíð, og felagið er sera spent upp á tað, sum framtíðin kann bera við sær hjá unga verjuleikaranum.

Umframt síni góðu avrik á menningarliðnum, hevur Jóel eisini verið fastur partur av føroysku ungdómslandsliðunum upp gjøgnum árini, har hann hevur umboðað Føroyar við stórum áræði og dugnaskapi.

Tróndargjógv er alt annað enn eitt ókent eftirnavn í fótbóltshøpi, tí Jóel er sonur legenduna hjá NSÍ, Einar Tróndargjógv, sum í nógv ár hevur havt eitt heilt serligt pláss í hjørtunum hjá NSÍ-fjepparum. Tí kennist tað eisini heilt serligt at síggja næsta ættarliðið halda fram við sterka sambandinum við felagið.

Vit í NSÍ eru sera errin av, at Jóel hevur valt at halda fram í sínum barndómsfelagi, og øll í og rundan um felagið fegnast um nýggja sáttmálan.

Felagið ynskir Jóel hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum og alt tað besta í framtíðini.

Saman standa vit sterk!

No items found.
7.2.25

EMIL WEIHE JOENSEN GULUR 2025 OG 2026

Emil Weihe Joensen hevur í dag undirskrivað 2 ára sáttmála við NSÍ.
2.2.25

AÐALFUNDUR

Lýst verður fyri aðalfundi felagsins
2.2.25

MARKUS KLEIN DANIELSEN UNDIRSKRIVAÐ 2 ÁRA SÁTTMÁLA VIÐ NSÍ

Ungi Markus Klein Danielsen hevur knýtt seg til NSÍ komandi 2 árini.
24.1.25

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

Ungdómsvenjarar settir at taka sær av ungdómsliðunum fyri dreingir
4.1.25

Brandur til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við NSÍ
1.1.25

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!
17.12.24

Kevin Jablinski NSÍ’ari í 2025!

Norskur miðverji til NSÍ!
4.12.24

Michal Przybylski heim til NSÍ

Michal gulur í 2025!
25.11.24

Benadiktus Olsen partur av Betri hópinum 2025 og 2026!!

Ungi evnaríki Benadiktus hevur undirskriva sáttmála við NSÍ!