12/9/2025

Steypið nærkast

Fyri bert tveimum árum síðani hendi tað ótonkiliga, at vit fóru heilt niður í næstbestu deildina at venda eftir nærum 20 ár í toppinum. Tað var sera tungt, men eisini ein partur av søguni, sum onkurvegna følist at hava styrkt okkum sum felag. Tí longu árið eftir vóru vit aftur í Evuropa. Tað, sum ein ikki doyr av, ger ein sterkari!

Steypið nærkast.

Síðani felagið varð stovnað hevur tað gingið bæði upp og niður.

Fyri bert tveimum árum síðani hendi tað ótonkiliga, at  vit fóru heilt niður í næstbestu deildina at venda eftir nærum 20 ár í toppinum. Tað var sera tungt, men eisini ein partur av søguni, sum onkurvegna følist at hava styrkt okkum sum felag. Tí longu árið eftir vóru vit aftur í Evuropa. Tað, sum  ein ikki doyr av, ger ein sterkari!

Tað er eingin tilvild, at vit aftur eru í toppinum í føroyskum fótbólti - har vit hoyra heima. Í fjør valdu okkara bestu leikarar NSÍ fram um onnur føroysk topplið, sjálvt um munandi betri sáttmálar uttan iva bíðaðu - stórt rós til teir. Hetta hevur eisini hjálpt til, at vit fingu aðrar góðar leikarar til felagið í ár. Við einari sera virknari nevnd, einum ótrúðliga virknum formanni og nógvum góðum fólki rundan um felagið, hava vit í dag tvey krútsterk flagskip hjá bæði kvinnum og monnum. Ungdómsarbeiðið er aftur í stórari menning, sum er grundalagið undir einum væl riknum felagið.

Og so eru tað okkara Guliganz… Teir hava alla rós uppiborna. Teir eru bara teir “gulastu”, festligastu og villastu Guliganz nakrantíð. Teir syngja, trumma, rópa og lyfta liðið framá hvørja einastu ferð vit fara á vøllin. Uttan tykkum  - saman við okkara trúðfastu áskoðarum - var onki NSÍ! 💛

Vit droyma øll um, tá NSÍ aftur stendur á ovastu rók við steypinum, og alt bendir á, at vit nærkast í stórum stíli. Við styrkini á vøllinum, góða arbeiðinum rundan um felagið og orkuni hjá áskoðaranum, er einki sum steðgar okkum.

Komandi ár standa vit við steypinum.

Saman standa vit sterk 🐝💛

No items found.
21.11.24

VÆLKOMIN HEIM

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ!
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum
21.10.24

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið
18.10.24

ÁRSVEITSLAN hjá NSÍ

Leygarkvøldið 02. november verður Bylgjan umskapað til eitt veitsluhøli
17.10.24

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!
4.10.24

Seyðaseðilin trektur

Tú kanst nú síggja, um tú hevur vunnið.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
26.8.24

Benadiktus Olsen og Tróndur Sjúrðarson á U17 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U17 landsliðnum hjá dreingjum