6/3/2026

Temjingar

Fótbólturin er enn einaferð á veg inn í eina kappingarsferu

Temjingar

Fótbólturin er enn einaferð á veg inn í eina kappingarsferu, ein av frægu vetrunum tey seinastu árini leggur nú veingirnar inn at kroppinum, og heimligu serfrøðingarnir á lektarunum fáa nú møguleikan fyri aftur at greina niður í smálutir, hvussu hvør evarska lítil rørsla vignast hjá leikarum okkara. Hóast kappingin hevur ligið still, báðumegin við ársskiftið, so svevur fótbólturin kortini ikki hesa tíðina. Menn og kvinnur spjalla um, hvussu nevndin og formaðurin virka á marknaðinum, har ið leikarar vera keyptir og seldir. Sohvørt sum tað nærkast kappingarbyrjan, vaksa spenningur og forvitni eftir at síggja álvarstunga, til løtuna brúnasíða og hvast starandi formannin avmyndaðan saman við einum keyptum leikara, sum so aftur verður greinaður í mun til hvar á vøllinum ið viðkomandi skal leika, og um hann fer at gera neyðuga munin fyri at flyta liðið longur á veg - niðan eftir í støðutalvuni.

Mesta tosið er um mansliðið í meistaradeildini, tað er sum við 10´mannaførunum í kappróðri, men tað er ikki har søgan byrjar hjá einum felag. Rekrutteringin byrjar so skjótt sum gentur og dreingir duga at ganga - ella at halda einum áralumma, og okkurt bendir á, at tann parturin av felagnum hevur ligið í meira lagi á láni hesi seinastu árini, í hvussu er um umboðanin á yngru landsliðunum geva røttu ábendingina um hetta. Helst og vónandi arbeiðir leiðsla felagsins við hesum soleiðis, at tað í størri mun verða okkara egnu ungdómar sum flagga við tí gula litinum kring um á leikvøllum landsins í framtíðini.

Spenningur í bóltleiki kann fáa blóðið somikið í kók, eisini hjá okkum áskoðarum, at neyðugt er at temja eksplosiónirnar. Onkuntíð eru eisini áneyðir á hesari sjálvdisciplinini á vøllinum, og týdningarmikið kann tað eisini vera, serliga hjá verjuleikarum, at teir megna at temja dygdirnar í offensivinum hjá mótstøðuliðnum. Lívið snýr seg soleiðis eisini um at temja okkurt í mun til ein eksplosivan virknað.

Temjingin er eisini eitt nógv umrøtt evni, táið tað snýr seg um fótbólt. Nógv serfrøði hevur greinað og umrøtt júst temjingina av bóltinum, sum kanska tær mest avgerandi støðurnar í einum dysti. Sum dømi um hetta hevur onkur skrivað um ein dyst millum Athletic Club Bilbao og Real Madrid í desember í fjør. Alexander-Arnold slítur seg leysan frá baskaraoffensivinum, spelar elegant frameftir í høgru síðu, og áðrenn hann kemur inn í miðkringin, sendir hann bóltin yvir í vinstru síðu, har ið Kylian Mbappé er tilreiðar at flyta spælið víðari fram. Meðan bólturin dalar niður ímóti honum, snarar hann kroppinum á aðra liðina, meðan hann við høgra innara fóti temur bóltin. Síðan gevur hann bóltinum ein stoyt framvið verjuleikaranum í eini hálvari kringlu, díkir á ferðina, krússar kring um næsta verjuleikaran og er tá longu inni í málteiginum, haðan hann setir bóltin í netið vinstrumegin. 1-0.

Ferðin í fótbóltinum er vorðin ein onnur, enn hon var fyri bara nøkrum fáum árum síðan. Serliga áleyparar skulu næstan hava atletiskar gávur í skjótleika, um teir skulu hava nakran kjans fyri at standa seg í einari verju. Hendan atsóknin og málið

hjá Mbappé er gott dømi um tað. Alt er lagt til rættis í høvdinum, áðrenn hann fær bóltin sendandi frá Alexander-Arnold. Hann dugir handverkið, teknikkurin er lýtaleysur fyri ikki at siga sublimur, temjingin somuleiðis, tí ganga tað bara nøkur fá sekund frá tí at bólturin ferðast í lofthavinum, til hann brestur í máltrolið handan verjuleysa málmannin úr Bilbao.

Í dag er ársins fyrsti avgerandi dystur í einum drúgvum leikári. Nógv er tutlað í krókunum kring um í kommununi, í miðlum og millum manna yvirhøvur, um hvussu tað fer at vignast í 2026. Venjingardystirnir geva kanska onkra ábending, men skjótt er at fara skeivur av teimum. Tí er dysturin í dag lakmusroyndin hjá leikarum, áskoðarum, fjepparum og stuðlum, nú ein verulig meting skal gerast um leikárið í væntu.

Nevndi Mbappé, táið hann verður mettur at vera eitt unikum, júst táið tað snýr seg um temjingina við ferð. Beckham segði um Zidane, at hann var sum ein ballerina, tað tóktist sum var eitt gyrðið – elastiskt - samband ímillum hann og bóltin. Tað kendist sum var bólturin sogin at fótinum ella at bringuna, fyri síðan at falla til jarðar, júst har sum hann var ætlaður. Nýggi fraklendingurin í Real Madrid verður sum temjari av bóltinum mettur at vera eina tonn frammanfyri legendur sum Zidane, Marcelo, Nedved, Pirlo og Rivaldo.

Apropos temjingar. Higani og fram á heystið er alneyðugt at bæði temjingar og onnur kynstur eru í minsta lagi á hædd við tað, sum leikarar í Klaksvík, Tórshavn, Gøtu, Vágum, Sundalagnum, á Skála og á Toftum megna. Meðan vit royna at temja adrenalinið á lektarunum, eiga leikarar okkara at temja broddin av mótstøðuni soleiðis, at árið vignaðist, táið leikár og steypakapping eru farin aftur í kjalarslóðina seinri í ár.

NSÍ fyllir 70 ár í 2027 – um eitt ár. Tá hevði tað verið svalandi við einum meistaraheiti, men tað kann eisini røkkast í ár sum ein 69 ára gáva til felagið. Ein byrjan kundi hóskandi verið, at vit í dag vinna á hálvu bygdarmonnum mínum úr Gøtu.

Góðan dyst.

No items found.
18.2.26

Ungdómstoymið hjá NSÍ

Í kvøld fekk nýggja starvsnevndin høvi at heilsa uppá nýggja ungdómstoymið.
17.2.26

SVENSKUR MÁLVERJI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað undir ein sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. 28 ára gamli Tom hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2026.
13.2.26

NSÍ SETT MÁLMANSVENJARA

NSÍ hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við 45 ára gamla Magnus Emil Poulsen, ið harvið kemur at vera málmansvenjari hjá besta mansliðnum fyri kappingarárið 2026
12.2.26

Aðalfundur 2026

Í kvøld, hósdagin 12. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.
12.2.26

SERBI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.
12.2.26

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

NSÍ hevur sett 2 venjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U18 og U21. Talan er um ávikavist Steffan Løkin og Jann Martin Mortensen.
29.1.26

ÍSLENDINGUR TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við íslendska Alex Freyr Elísson. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026
6.1.26

MÓRITS HEINI AFTUR TIL NSÍ

Mórits Heini hevur undirskrivað ein sáttmála við NSÍ fyri kappingarárið 2026.
5.1.26

PÓL THORSTEINSSON NÝGGJUR HJÁLPARVENJARI HJÁ NSÍ

Pól hevur játtað seg til at vera hjálparvenjara hjá NSÍ kappingarárið 2026.