18/2/2026

Ungdómstoymið hjá NSÍ

Í kvøld fekk nýggja starvsnevndin høvi at heilsa uppá nýggja ungdómstoymið.

Ungdómstoymið hjá NSÍ

Í kvøld fekk nýggja starvsnevndin høvi at heilsa uppá nýggja ungdómstoymið.

Á fundinum vórðu nøkur yvirskipað evnir tikin upp viðvíkjandi uppgávum hjá ungdómstoyminum – bæði uppgávum, sum hava verið, og teimum uppgávum, sum liggja fyri framman.

Ungdómstoymið og starvsnevndin eru samd um, at vit ynskja ein felagskap, har øll børn og ung kenna seg vælkomnan, og at vit í felag, framhaldandi, vilja bjóða eitt gott og trygt umhvørvi til øll børn og ung, sum eru partur av virkseminum hjá NSÍ.

Trivnaður hevur havt, og fer tí framvegis at hava, stóran týdning og høga raðfesting í felagnum.

Nýggja ungdómstoymið er mannað soleiðis

(frá vinstru):

Sámal Vidal Samuelsen, starvsnevndarlimur

Hansa Tróndargjógv

Hanus Jacobsen

Mia Rodmundardóttir

Eyð R. Fredriksberg

NSÍ ynskir at takka undanfarna ungdómstoyminum fyri tað arbeiði, tey hava lagt í felagið í mong ár. Takk fyri vitan, royndir og umsorgan sum tit hava givið felagnum og øllum teimum, tit hava samstarvað við.

(frá vinstru á myndini)

Hanus Jacobsen, heldur fram í toyminum

Annemie B. Nielsen

Annika Due Jacobsen

Elly L. Jóanesarson

Høgni Lamhauge, fyrrv. starvsnevndarlimur

No items found.
17.12.24

Kevin Jablinski NSÍ’ari í 2025!

Norskur miðverji til NSÍ!
4.12.24

Michal Przybylski heim til NSÍ

Michal gulur í 2025!
25.11.24

Benadiktus Olsen partur av Betri hópinum 2025 og 2026!!

Ungi evnaríki Benadiktus hevur undirskriva sáttmála við NSÍ!
25.11.24

Rebekka til NSÍ

Rebekka skiftir frá HB til NSÍ
21.11.24

VÆLKOMIN HEIM

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ!
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum
21.10.24

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið
18.10.24

ÁRSVEITSLAN hjá NSÍ

Leygarkvøldið 02. november verður Bylgjan umskapað til eitt veitsluhøli