12/9/2025

Vespan - Durita Joensen

Tá eg vaks upp á Glyvrum var eingin gentufótbóltur, og kanska var tað tí, at fótbóltur og NSÍ ikki var so frammarlaga í mínum hugaheimi sum barn og ung. Men hetta broyttist, tá eg gjørdist mamma og fekk ein son, Kristian, sum var áhugaður í og tíðliga byrjaði at spæla fótbólt.

Tá eg vaks upp á Glyvrum var eingin gentufótbóltur, og kanska var tað tí, at fótbóltur og NSÍ ikki var so frammarlaga í mínum hugaheimi sum barn og ung. Men hetta broyttist, tá eg gjørdist mamma og fekk ein son, Kristian, sum var áhugaður í og tíðliga byrjaði at spæla fótbólt. Hann byrjaði at spæla fótbólt í NSÍ sum 6 ára gamal, og tá gjørdist eg eisini ein partur av NSÍ, ikki sum leikari, men sum partur av felagsskapinum rundan um fótbóltin.

Ein býur hevur ikki bert tørv á bústøðum og arbeiðsplássum, um fólk skulu seta búgv, trívast  og støðast. Men rúm eigur eisini at vera fyri mentan og tí andliga lívinum, tørvur er á góðum frítíðarvirksemi. Kommunan kann skapa karmar fyri ymiskum virksemi, men tað eru fólkini á staðnum, ið skapa innihaldið og dríva og reka virksemið.  
Í okkara býi hava vit møguleikar fyri nógvum ymiskum frítíðarvirksemi. Her eru kirkjur og samkomuhús, ymisk kvøldskúlatilboð, eitt virkið og livandi bókasavn, Løkshøll, Gula smiðja og ein rúgva av ymiskum ítróttartilboðum, sum í stóran mun hava góðar karmar at virka í. Ítróttarøkið við fótbóltsvøllinum, Bylgjuni og nú skjótt eisini svimjihøllini er framúr, og eiga vit øll at fegnast um at hava so góðar umstøður at íðka ítrótt.  

Tað er gott hjá einum og hvørjum at vera partur av einum felagsskapi. Um tú ert føddur á staðnum ella tilflytari, er tað gott at hava felagskenslu við onnur í einum felagsskapi sum júst NSÍ. NSÍ er ikki bert eitt fótbóltsfelag, men eitt felag, har fólk eru virkin bæði á vøllinum og á annan hátt rundan um vøllin, og tey hava eina felagskenslu, ein samleika. Gult er liturin hjá NSÍ, ikki bert hjá fótbóltsleikarunum, tá teir leika á vøllinum, men eisini hjá fólkunum, ið eru rundan um felagið og sum stuðla á ymsan hátt. Vit kunnu av sonnum siga, at á vøllinum ímyndar guli liturin gleði, dugnaskap og stríðsvilja, og á áskoðaraplássunum merkir guli liturin samleiki, felagsskapur og stuðul.  
NSÍ er eitt felag, ið savnar fólk – ung og eldri, kvinnur og menn, fólk við ymsum áhugamálum annars. Leikarar savnast á vøllinum í eyðkenda gula búnanum og onnur savnast kring vøllin at stuðla á ymsan hátt. SAMAN STANDA VIT STERK.

Vit kunnu fegnast um, at tað gongur væl hjá NSÍ bæði á vøllinum og í felagnum annars. Nevndin og fólkini í leiðsluni og rundan um felagið hava gjørt og gera eitt stórt arbeiði at reka felagið á góðan og skynsaman hátt, og ein rúgva av fólki eru rundanum, hjálpa til og stuðla á ymsan hátt. Lyfta í felag. Áskoðarafjøldin er stór. Eg ivist ikki í, at tað ger mun hjá leikarunum á vøllinum at merkja stuðulin frá áskoðarafjøldini, ikki minst frá Guliganz, sum eru so trúfastir við trummum og sangi.  
Á vøllinum gongur væl, bæði í Betrideildini hjá kvinnum og hjá monnum. Í skrivandi løtu liggja NSÍ kvinnur sum nr. 2 í Ovara bólki í endaspælinum við sama stigatali sum KÍ, ið tó hevur betri málmun. Og NSÍ menn ligga á 2. plássi við sama stigatali sum HB, men við væl betri málmuni. Hetta er stuttligt og spennandi. Mestsum ov spennandi, í hvussu so er, tá tú ert mamma málmannin og omma ein av ungu leikarunum. Og eg má viðganga, at eg blundi viðhvørt, tá harðast leikar á framman fyri málinum.

Dagsins dystur er ímóti 07Vestur. Sum 18 ára gamal í 2011 varð Kristian útleigaður frá NSÍ til 07Vestur í eitt tíðarskeið, tá teimum tørvaði ein málmann. Í kappingarárinum 2015 spældi hann aftur við 07Vestur. Eg má viðganga, at tá helt eg við 07Vestur, tó innast inni var hjartað gult, men sum kunnugt: blóð er tjykkri enn vatn. Í dag er eingin ivi, eg haldi við NSÍ.  

SAMAN STANDA VIT STERK

Góðan dyst.

Durita

No items found.
4.6.23

1-0 sigur á Víkingi

Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking.
29.5.23

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.
18.5.23

Málini hjá kvinnunum

Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.