13/6/2026

Vespan - Eystanstevna

Hvat er tað sum dregur okkum at NSÍ?

NSÍ-B36, á Eystanstevnu.

Hvat er tað sum dregur okkum at NSÍ?

Oftani verður spurt um hví vit halda við tí og tí liðnum. Og hvat tað er sum ger, at vit framhaldandi gera tað. Til tess krevst, at nakrar fortreytir eru og vera uppfyltar.

Og tað livir felagið NSÍ upp til ídag.

Eitt tað týdningarmesta fyri eitt felag er, at tingini eru væl skipaði og at ordan er í. Tað er tað ídag hjá NSÍ. Vit hava eina vælvirkandi stabila nevnd og álitisfólk har.

Eftir mínum tykki hava vit eitt felag í javnvág. Hettar bæði tá tað kemur til tann fíggjarliga og ítróttarliga partin. Av tí skapast álit.

Felagið hevur eina strategi og eina visjón og sum hildin verður fast í.

Støðufesti – at hóast skiftandi venjarar/leikarar koma og fara - felagið og visjónin er tann sama. Tað eru hesir sum skulu umstilla seg til felagið og ikki umvent.

Mest lokalir leikarar, so lokala fólki og familjurnar tíma at koma at hyggja og kenna seg aftur í teimum á vøllinum.

Felagið og venjarar, sum taka sær væl av okkara børnum og sum skapar góða felagskapskenslu. Tí leggjast fólk afturat og gera fegin eyka innsatsir fyri felagið sum sjálvboðin, bæði sum innkrevjarar, kiosk hjálp o.s.fr.

Ongin og onki er størri enn felagið. Tað er tað besta. Jú meir felagið er forankrað við fólkið á staðnum og tey kenna seg væl í tí, tess betri virkar tað. Skil er í. Tað er tí vit øll vera drigin at NSÍ og kenna okkum væl í tí😊

Dysturin í dag er millum tvey lið sum liggja í oddinum í deildini og sum eru í góðum stimum fyri tíðina. Harafturat eisini stevnudystur. Hesir eru altíð nakað serligt, ella eiga at vera tað. Hesin onki undantak. Hvítu tikararnir plaga at koma í bussum inneftir og tað, saman við okkara kulu og larmandi Guliganz, eigur at borga fyri eini festligari kulissu til toppbrakið. Uttanfyri vøllin eru vit longu føroyameistarar, without a doubt😊

Vit skulu vera nøgd við avrikið hjá okkara liðið higartil í kappingini. Vit hava eitt gott mix av eldri og yngri leikarum, lokalum og góðum útlendskum leikarum.

Men fari samstundis at loyva mær at koma við nøkrum tingum sum eiga at kunna gerast væl betri. Um vit ætla okkum at vera við heilt har frammi, so sakni eg til tíðir meir kynismu. At vit lukka dystir av har spælið kanska ikki hevur verið av tí besta og spæla ein javnleik heim, um ikki annað.

Seinasta dømi var á Argjum. Her saknaði eg eisini meir villskap frá okkara leikarum. Tað sýntist sum AB ´arnir vildu tað nógv meir, vunnu nærdystirnar og kempaðu allar 90 minuttirnar. Tað er ikki nokk hjá okkum bara at spæla væl í løtum og tá ið spælið ikki altíð gongur eftir vild, ja so má kempast ístaðin og ikki vera bangnir fyri um tað sær sindur ljótt út fyri at fáa neyðugu stigini. Tingini koma ikki av sær sjálvum, arbeiðast má hart fyri tí, allan dystin á tamb.

Síðst, men ikki minst so var tað sera hugstoytt at síggja, at yngsti og lægsti leikarin hjá okkum í avgerðandi hornasparkinum í dystinum skal standa einsamallur og dekka hægsta og sterkasta luftvápnið hjá teimum, og sum var settur inn til júst hettar. Her sakni eg, at onkur av okkara garvaðu og eldru leikarum tóku ábyrgd og dekkaðu mann til mann og eftir stødd. Lætt at vera bak-klókur, men onkuntíð skulu slík basic ting vera í ordan fyri at fáa úrslit og stig heim við.

Vit sóu eisini í dystinum á Argjum, at teir høvdu ein ungan óroyndan málmann og sum týðuligt ikki var tryggur við innlegg. Tíverri høvdu vit bara tvey innlegg, kanska trý, í øllum dystinum og bæði góvu mál. Hví ikki fleiri innlegg??

Eitt annað sum í seinastuni hevur verið nógv at hoyrt millum áskoðararnar og sum eg eri púra samdur í er, at lata leikararnar spæla í teirra røttu uppruna plássum á vøllinum. Hettar skríggjar til himmals og fyri uttanfyri standandi sær hettar beinleiðis tápuligt út og óskiljandi. Her burdi verið handla.

Fáa vit oppa okkum her og fínjustera nøkur av hesum tingunum, so eri eg sannførdur um, at vit heilt fram til kappingarenda í heyst, enn eru við í FM stríðnum. Koyri á dreingir.

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
1.12.25

NSÍ SETT HØVUÐSVENJARA

NSÍ kann nú kunngera, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við íslendska Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini kallaður Siggi Raggi. Hann kemur at hava høvuðsábyrgdina av Betri monnum hjá NSÍ.
20.11.25

PRZYBYLSKI HELDUR FRAM Í NSÍ

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngera, at 27 ára gamli Michal Przybylski hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum, so at hann framhaldandi kemur at bera tí gulu blusuna til og við 2027
7.11.25

Rúni Rasmussen heldur fram

Sáttmálin er fyri kappingarárið 2026
Viljormur
31.10.25

VILJORMUR KEMUR HEIM

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini.
31.10.25

Góðar tíðir fyri framman !

Árið er komið at enda, og sigast skal, at tað hevur verið eitt ár, har vit kendu tiltikna NSÍ-andan við Løkin aftur. Klárt tað mest ágangandi spælið í landinum, har setningurin “At vit trýsta alla mótstøðu út á Toftavatn” er galdandi.
17.10.25

Klæmint Andrasson Olsen gulur í 2026

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini
4.10.25

Seyðaseðilin trektur

Vinnararnir av Seyðaseðilinum 2025 funnir
1.10.25

Minningarorð um Helga Olsen

“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”
12.9.25

Vespan - Durita Joensen

Tá eg vaks upp á Glyvrum var eingin gentufótbóltur, og kanska var tað tí, at fótbóltur og NSÍ ikki var so frammarlaga í mínum hugaheimi sum barn og ung. Men hetta broyttist, tá eg gjørdist mamma og fekk ein son, Kristian, sum var áhugaður í og tíðliga byrjaði at spæla fótbólt.