27/10/2026

VESPAN: NSÍ - HB

Jens Martin Knudsen hugleiðir í Vespuni til dystin hjá NSÍ móti HB

Eisini um 100 ár.

Eg meini, at tað var um somu tíð í fjør, at eg hevði eina dystargrein í Vespuni, har eg bað øll viðhaldsfólkini spenna beltið og koma við á vognin, tí næstu árini síggja sera spennandi út. Hetta serliga av tí, at stuðulsleikarnir á liðnum eru í allarbesta fótbóltsaldri. Tað er, sum so, ikki torført at spáa um akkurát tað, tí hesir leikarar stýrdu øllum ungdómsdeildum fyri umleið 10-14 árum síðani, og koma sjálvsagt at stýra bestu deildini, nú teir eru komnir í besta aldur. Men tað er ikki bara úti á vøllinum alt skal henda. Tað hevur stóran týdning, kanska enn størri týdning, at høvðusnevnd og undirnevndir eru frammi í skónum - og tað eru tær! Bæði høvðusnevnd og  ungdómsnevnd eru mannaðar við dugnaligum fólki, við GULA hjartanum á røttum stað, og klár til at leiða NSÍ-familjuna at mennast og betrast framhaldandi. Tað krevst, at leiðast skal við skili og dugnaskapi, um vit skulu fáa nevndarfólk, venjarar, dómarar, hjálparfólk, viðhaldsfólk, Guliganz og leikarar at kenna seg aftur í hesum stóra samanspælinum at kalla seg NSÍara, og vera errin av tí. Økið her á Skálafjørðinum er í rívandi menning, og skal NSÍ, við sínum nógvu limum, eisini javnsetast við hinar stóru felagskapirnar í kommununi við fasilitetum og umstøðum sum ímynda hvat vit ætla við okkara fótbóltsfelag. Eg vóni og vænti, at ætlanin sunnan fyri vøllin verður raðfest ovaliga, nú fíggarætlan skal viðgerðast kommunalt í nærmastu framtíð. Sjálvur havi eg verið so heppin at vera í øðrum felagskapum seinastu 4-5 árini. Tað hevur verið ein sonn fragd fyri meg, at viðka um sjónarringin. Fyrst FC Hoyvík, og síðan HB síðstu 3 árini. Tað eru eldsálir allastaðni runt í landinum, ið leggja alt fyri, at teirra felagskapur skal lukkast og mennast. Men andin í feløgunum er ymiskur og serstakur. Andin er tað, ein hevur verið yvir langa tíð sum felagskapur. Andin er ikki nakað ein kann keypa seg til ella ein kann bara installera. Nei, tað er hvat vit øll eru felags um, hvussu vit gera tað, og hvussu vit eru. Síðsta ár viðmælti eg, at tey ið standa við ovastu leiðslu í felagnum, at leika á eggini og ikki at ristast á hondum, og tað er so sanniliga gjørt. Alt ímeðan hini feløgini, ið NSÍ kappast við, nærmast svóðu í flytingarvindeyganum í summar, so komu veruligir profilar afturat hópinum. Hetta var áðrenn Evropa-ævintýrið væl at merkja. Tað vóru tiknar avgerðir við einum ávísum váða yvir sær. Men sum so ofta, tá ið ein spælur á eggini, so lukkast tað tvær út av trimun royndum. Hetta kann vísa seg at vera eitt satt meistara “stunt” - livst so spyrts. Peningurin er tó langt síðani komin innaftur, fyri júst hesa ætlan, so nógv er ikki at vera bangin fyri í komandi tíðum.

Felagið skal standa, eisini um 100 ár. So, ikki er so avgerandi á tí langa strekkinum, hvat hendir í dag ella í morgin, men andin við ágangandi spælinum og tiltiknu innleggunum, har mótstøðuliðið følir seg trýst heilt út á Toftavatn, má halda fram óansæð hvussu leikur fer fram. Tá kenna vit okkum øll aftur í NSÍ-andanum, kunnu gleðast og vera errin av, hvat vit standa saman um. Tá kemur lyklaorðið “Saman standa vit sterk!” til sín rætt.

So, eg endi sum eg byrjaði: Spennið beltið og komið við á vognin!

Blíðan byrð!

Við NSÍ-kvøðu.

Jens Martin Knudsen

‍

No items found.
27.2.24

Borg stórstuðul hjá NSÍ

Stóra fyritøkan við heimstaði í Runavík hevur skrivað undir nýggja avtalu við NSÍ. Hetta merkir, at Borg framyvir verður ein av stórstuðlunum hjá NSÍ.
20.2.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur.
20.2.24

Starvsnevndin hjá NSÍ hevur skipað seg

Hósdagin 15. februar hevði NSÍ aðalfund. Tá blivu 5 nýggj fólk vald inn í starvsnevndina, ið samlað telur 7 fólk.
19.2.24

VFF CUP KVINNUR: 7-0 sigur á HB

Kvinnurnar leiktu 17.02, leygardag, VFF Cup á heimavølli í móti HB.
19.2.24

Tilmeldingardagur 2024

Sunnudagin 11.02 var árligi tilmeldingardagurin hjá ungdóminum.
16.2.24

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.