27/10/2026

VESPAN: NSÍ - HB

Jens Martin Knudsen hugleiðir í Vespuni til dystin hjá NSÍ móti HB

Eisini um 100 ár.

Eg meini, at tað var um somu tíð í fjør, at eg hevði eina dystargrein í Vespuni, har eg bað øll viðhaldsfólkini spenna beltið og koma við á vognin, tí næstu árini síggja sera spennandi út. Hetta serliga av tí, at stuðulsleikarnir á liðnum eru í allarbesta fótbóltsaldri. Tað er, sum so, ikki torført at spáa um akkurát tað, tí hesir leikarar stýrdu øllum ungdómsdeildum fyri umleið 10-14 árum síðani, og koma sjálvsagt at stýra bestu deildini, nú teir eru komnir í besta aldur. Men tað er ikki bara úti á vøllinum alt skal henda. Tað hevur stóran týdning, kanska enn størri týdning, at høvðusnevnd og undirnevndir eru frammi í skónum - og tað eru tær! Bæði høvðusnevnd og  ungdómsnevnd eru mannaðar við dugnaligum fólki, við GULA hjartanum á røttum stað, og klár til at leiða NSÍ-familjuna at mennast og betrast framhaldandi. Tað krevst, at leiðast skal við skili og dugnaskapi, um vit skulu fáa nevndarfólk, venjarar, dómarar, hjálparfólk, viðhaldsfólk, Guliganz og leikarar at kenna seg aftur í hesum stóra samanspælinum at kalla seg NSÍara, og vera errin av tí. Økið her á Skálafjørðinum er í rívandi menning, og skal NSÍ, við sínum nógvu limum, eisini javnsetast við hinar stóru felagskapirnar í kommununi við fasilitetum og umstøðum sum ímynda hvat vit ætla við okkara fótbóltsfelag. Eg vóni og vænti, at ætlanin sunnan fyri vøllin verður raðfest ovaliga, nú fíggarætlan skal viðgerðast kommunalt í nærmastu framtíð. Sjálvur havi eg verið so heppin at vera í øðrum felagskapum seinastu 4-5 árini. Tað hevur verið ein sonn fragd fyri meg, at viðka um sjónarringin. Fyrst FC Hoyvík, og síðan HB síðstu 3 árini. Tað eru eldsálir allastaðni runt í landinum, ið leggja alt fyri, at teirra felagskapur skal lukkast og mennast. Men andin í feløgunum er ymiskur og serstakur. Andin er tað, ein hevur verið yvir langa tíð sum felagskapur. Andin er ikki nakað ein kann keypa seg til ella ein kann bara installera. Nei, tað er hvat vit øll eru felags um, hvussu vit gera tað, og hvussu vit eru. Síðsta ár viðmælti eg, at tey ið standa við ovastu leiðslu í felagnum, at leika á eggini og ikki at ristast á hondum, og tað er so sanniliga gjørt. Alt ímeðan hini feløgini, ið NSÍ kappast við, nærmast svóðu í flytingarvindeyganum í summar, so komu veruligir profilar afturat hópinum. Hetta var áðrenn Evropa-ævintýrið væl at merkja. Tað vóru tiknar avgerðir við einum ávísum váða yvir sær. Men sum so ofta, tá ið ein spælur á eggini, so lukkast tað tvær út av trimun royndum. Hetta kann vísa seg at vera eitt satt meistara “stunt” - livst so spyrts. Peningurin er tó langt síðani komin innaftur, fyri júst hesa ætlan, so nógv er ikki at vera bangin fyri í komandi tíðum.

Felagið skal standa, eisini um 100 ár. So, ikki er so avgerandi á tí langa strekkinum, hvat hendir í dag ella í morgin, men andin við ágangandi spælinum og tiltiknu innleggunum, har mótstøðuliðið følir seg trýst heilt út á Toftavatn, má halda fram óansæð hvussu leikur fer fram. Tá kenna vit okkum øll aftur í NSÍ-andanum, kunnu gleðast og vera errin av, hvat vit standa saman um. Tá kemur lyklaorðið “Saman standa vit sterk!” til sín rætt.

So, eg endi sum eg byrjaði: Spennið beltið og komið við á vognin!

Blíðan byrð!

Við NSÍ-kvøðu.

Jens Martin Knudsen

‍

No items found.
5.12.23

Svenski Adi Terzic til NSÍ!

Fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic hevur júst skrivað undir við NSÍ!
4.12.23

Málverjar halda fram

Málverjarnir hjá betri kvinnum halda fram í kappingarárinum 2024.
3.12.23

Mórits Heini Mortensen er gulur

24-ára gamli miðvallaleikarin, Mórits Heini Mortensen, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið NSÍ.
1.12.23

Steypa-matchvinnari heldur fram

Dania S. A. Olsen setti avgerandi straffisparkið trygt í máli í steypafinaluni 2023.
27.11.23

Búi Egilsson leingir við NSÍ

27-ára gamli álopskendi leikarin, Búi Egilsson, hevur undir skrivað ein nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2024.
30.6.23

Andras Olsen 60 ár!

Í dag, 30. Juni, fyllir ein av liðleiðarum okkara, Andras Olsen, 60 ár.
19.6.23

NSÍ´arar á WU17 landsliðið!

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá WU17 landsliðnum, hevur úttikið hópin, sum skal til NM (Norðurlanda kapping) í Svørríki.
14.6.23

U13 gentur og betri deild kvinnur

Í góðveðrinum í gjár høvdu U13 gentur og Betri deild kvinnur eina venjing saman.
13.6.23

Bestu liðini sigraðu!

Fríggjakvøldi gekk leiðini hjá monninum norð til Margáir at spæla í móti EB/Streym.