27/10/2026

VESPAN: NSÍ - HB

Jens Martin Knudsen hugleiðir í Vespuni til dystin hjá NSÍ móti HB

Eisini um 100 ár.

Eg meini, at tað var um somu tíð í fjør, at eg hevði eina dystargrein í Vespuni, har eg bað øll viðhaldsfólkini spenna beltið og koma við á vognin, tí næstu árini síggja sera spennandi út. Hetta serliga av tí, at stuðulsleikarnir á liðnum eru í allarbesta fótbóltsaldri. Tað er, sum so, ikki torført at spáa um akkurát tað, tí hesir leikarar stýrdu øllum ungdómsdeildum fyri umleið 10-14 árum síðani, og koma sjálvsagt at stýra bestu deildini, nú teir eru komnir í besta aldur. Men tað er ikki bara úti á vøllinum alt skal henda. Tað hevur stóran týdning, kanska enn størri týdning, at høvðusnevnd og undirnevndir eru frammi í skónum - og tað eru tær! Bæði høvðusnevnd og  ungdómsnevnd eru mannaðar við dugnaligum fólki, við GULA hjartanum á røttum stað, og klár til at leiða NSÍ-familjuna at mennast og betrast framhaldandi. Tað krevst, at leiðast skal við skili og dugnaskapi, um vit skulu fáa nevndarfólk, venjarar, dómarar, hjálparfólk, viðhaldsfólk, Guliganz og leikarar at kenna seg aftur í hesum stóra samanspælinum at kalla seg NSÍara, og vera errin av tí. Økið her á Skálafjørðinum er í rívandi menning, og skal NSÍ, við sínum nógvu limum, eisini javnsetast við hinar stóru felagskapirnar í kommununi við fasilitetum og umstøðum sum ímynda hvat vit ætla við okkara fótbóltsfelag. Eg vóni og vænti, at ætlanin sunnan fyri vøllin verður raðfest ovaliga, nú fíggarætlan skal viðgerðast kommunalt í nærmastu framtíð. Sjálvur havi eg verið so heppin at vera í øðrum felagskapum seinastu 4-5 árini. Tað hevur verið ein sonn fragd fyri meg, at viðka um sjónarringin. Fyrst FC Hoyvík, og síðan HB síðstu 3 árini. Tað eru eldsálir allastaðni runt í landinum, ið leggja alt fyri, at teirra felagskapur skal lukkast og mennast. Men andin í feløgunum er ymiskur og serstakur. Andin er tað, ein hevur verið yvir langa tíð sum felagskapur. Andin er ikki nakað ein kann keypa seg til ella ein kann bara installera. Nei, tað er hvat vit øll eru felags um, hvussu vit gera tað, og hvussu vit eru. Síðsta ár viðmælti eg, at tey ið standa við ovastu leiðslu í felagnum, at leika á eggini og ikki at ristast á hondum, og tað er so sanniliga gjørt. Alt ímeðan hini feløgini, ið NSÍ kappast við, nærmast svóðu í flytingarvindeyganum í summar, so komu veruligir profilar afturat hópinum. Hetta var áðrenn Evropa-ævintýrið væl at merkja. Tað vóru tiknar avgerðir við einum ávísum váða yvir sær. Men sum so ofta, tá ið ein spælur á eggini, so lukkast tað tvær út av trimun royndum. Hetta kann vísa seg at vera eitt satt meistara “stunt” - livst so spyrts. Peningurin er tó langt síðani komin innaftur, fyri júst hesa ætlan, so nógv er ikki at vera bangin fyri í komandi tíðum.

Felagið skal standa, eisini um 100 ár. So, ikki er so avgerandi á tí langa strekkinum, hvat hendir í dag ella í morgin, men andin við ágangandi spælinum og tiltiknu innleggunum, har mótstøðuliðið følir seg trýst heilt út á Toftavatn, má halda fram óansæð hvussu leikur fer fram. Tá kenna vit okkum øll aftur í NSÍ-andanum, kunnu gleðast og vera errin av, hvat vit standa saman um. Tá kemur lyklaorðið “Saman standa vit sterk!” til sín rætt.

So, eg endi sum eg byrjaði: Spennið beltið og komið við á vognin!

Blíðan byrð!

Við NSÍ-kvøðu.

Jens Martin Knudsen

‍

No items found.
9.5.25

VESPAN - Tann guli liturin!

So er dystur aftur við Løkin í dag. Betrideildin hjá monnum hjá NSÍ og KÍ møtast og lagt er upp til ein branddyst. Vælkomnir allir Kí-fjepparar – vælkomnir út til Løkin.
8.5.25

Betri Deildin Menn (NSÍ - KÍ)

Nú fríggjakvøldið kl. 20:00 tekur Betri menn hjá NSÍ ímóti KÍ við Løkin. Bæði liðini hava vunnið allar sínar átta dystir í landskappingini, so talan er ein TOPP dyst. Uttan iva ársins dyst inntil víðari.
22.4.25

Vinnarin av málninginum er funnin

Lutaseðilin, sum eisini var atgongumerkið til stóru listaframsýningina við Løkin, er trektur.
17.4.25

Vespan 4. umfar

Fjórða umfar í Betri deildini verður avgreitt í dag. Vit bjóða FC Suðuroy, sum í dag vitjar NSÍ við Løkin, at verða vælkomin til Runavíkar.
16.4.25

Listaverk Í hópatali við Løkin

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar.
3.4.25

11-0 undan 07 Vestur

Bill hevur skrivað greinina til Vespuna í samband við dagsins dyst móti 07 Vestur
30.3.25

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Djóni hevur skrivað greinuna til Vespuna í samband við dagsins dyst móti B68
22.3.25

Pylsuvognurin - ein sólskinssøga hjá NSÍ

Seinasta summar varð ein pylsuvognur settur nærhendis vøllin við Løkin í Runavík. Vognurin var keyptur av felagnum Sp/f Rókin.
9.3.25

Klæmint 400 dystir fyri NSÍ

Klæmint fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini tann 20. mai 2007, bert 16 ára gamal.