Viljormur
31/10/2025

VILJORMUR KEMUR HEIM

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini.

Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal, har hann spældi við ungdómsliðnum hjá OB. Viljormur hevur síðani umboðað fleiri feløg í Danmark. Viljormur var heima í Føroyum og vendi í 2012, har hann spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar at royna seg.

Viljormur flutti til Føroyar í 2023, har hann síðani hevur spælt við HB.

Viljormur hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, og tað gleðast vit um í NSÍ💛

Vit vilja ynskja Viljormi hjartaliga vælkomnan heim, og gleða okkum at fylgja honum komandi trý árini🐝

SAMAN STANDA VIT STERK 💛

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.