18/10/2024

ÁRSVEITSLAN hjá NSÍ

Leygarkvøldið 02. november verður Bylgjan umskapað til eitt veitsluhøli

Lagt verður upp til eina stóra veitslu her á staðnum, um ikki ta størstu, og júst hendan veitslan verður sjálvandi GUL og SVØRT, sigur Kinna.  

Vit vóna at síggja nógvar veitsluklæddar gestir. Gestir vit vanliga síggja við vøllin til venjingar og dystir hjá teimum yngru og eldru. Vit vóna at síggja lokalar stuðlar sum dáma at práta um fótbólt og teimum sum dáma at lurta. Vit vóna eisini at síggja teg, sum býrt her á staðnum. Tað er ikki ein treyt at tú ert aktivur millum Nsí Fjepparar, hósdagsbandan ella pylsukonur. Kom bara!

Skipað verður fyri lokalum undirhaldi og vit fara at fáa fleiri góðar rættir.
Eyðun og Sverri skipa felagssangin og aftaná borðhaldið hjá John verður dansur.

Skráin:
💛 Trý rættað matskrá frá Gist&Vist
💛 Dansur við Fourmenh
💛 Gestarøðarar verða Tobbi og Wederborg
💛 Uppboðsøla av blusum hjá Betri kvinnum og monnum
💛 Eyðun og Sverri spæla undir felagssangin
💛 Vit avdúka ársins spælara, ársins unga stjørnuskot, ársins Vespu og ársins heraklapp
💛 John og Jonhard koma at stjórna borðhaldinum.

Atgongumerkir
Keyp atgongumerkit í Bókabúðini ella online her: https://www.atgongumerki.fo/2726363/arsveitslan-hja-nsi-2024

SEINASTA FREIST, at keypa atgongumerki er leygardagin 26. OKTOBER

No items found.
4.1.25

Brandur til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við NSÍ
1.1.25

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!
17.12.24

Kevin Jablinski NSÍ’ari í 2025!

Norskur miðverji til NSÍ!
4.12.24

Michal Przybylski heim til NSÍ

Michal gulur í 2025!
25.11.24

Benadiktus Olsen partur av Betri hópinum 2025 og 2026!!

Ungi evnaríki Benadiktus hevur undirskriva sáttmála við NSÍ!
25.11.24

Rebekka til NSÍ

Rebekka skiftir frá HB til NSÍ
21.11.24

VÆLKOMIN HEIM

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ!
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum