1/1/2025

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!

25 ára gamli normaðurin Fabian Ness hevur í kvøld skriva undir sáttmála við NSÍ.

Hann kom til B36 í fjør summar og spældi 13 dystir fyri árstalsfelagið, men nú fer hann í gulu blusuna í Runavíkini og er klárur at koma í gongd við kappingarárið 2025.

Fabian hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei. Fabian hevur røkt plássið sum vinstri bakkur og kemur sostatt til felagið fyri at styrkja um hettar plássið.

Fabian hevur sínar styrkir bæði í tí defensiva spælinum, men samstundis ikki smæðin fyri at koma framvið og luttaka í tí offensiva spælinum.

Hann kemur til Føroyar í vikuni og verður at síggja á vøllinum við Løkin í næstu viku, tá allir møta inn aftur til venjing.

Vit ynskja Fabian hjartaliga vælkomnan til NSÍ!

Saman standa vit sterk.

Keldur: faroesoccer og transfermarkt

Mynd IK Start

No items found.
17.10.25

Klæmint Andrasson Olsen gulur í 2026

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini
4.10.25

Seyðaseðilin trektur

Vinnararnir av Seyðaseðilinum 2025 funnir
1.10.25

Minningarorð um Helga Olsen

“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”
12.9.25

Vespan - Durita Joensen

Tá eg vaks upp á Glyvrum var eingin gentufótbóltur, og kanska var tað tí, at fótbóltur og NSÍ ikki var so frammarlaga í mínum hugaheimi sum barn og ung. Men hetta broyttist, tá eg gjørdist mamma og fekk ein son, Kristian, sum var áhugaður í og tíðliga byrjaði at spæla fótbólt.
12.9.25

John Andersen - Vespureiðrið

Enn tann dag í dag, spyrja fólk á gøtuni meg “ vart tú ikki annar av vertunum í Vespureiðrinum.” Og øll fáa sama svar, “ Jú, men eg eri ikki tann snedigi, hann eitur Jonhard”.
12.9.25

Steypið nærkast

Fyri bert tveimum árum síðani hendi tað ótonkiliga, at vit fóru heilt niður í næstbestu deildina at venda eftir nærum 20 ár í toppinum. Tað var sera tungt, men eisini ein partur av søguni, sum onkurvegna følist at hava styrkt okkum sum felag. Tí longu árið eftir vóru vit aftur í Evuropa. Tað, sum ein ikki doyr av, ger ein sterkari!
4.8.25

Nýggjur NSÍ sangur

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast. Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.”
29.6.25

’Nei, so vil eg heldur bara vera her í Kollafirði’

Kom at hugsa um Kollafjarðarsangin hjá Jóhan í Kollafirði (Dalsgaard) nú vit práta um at útflyta føroyskar fótbóltsleikarar. Hondbólturin vísur vegin. Har spælir alt landsliðið uttanlands. Ella so gott sum alt liðið. Kann man samanlíkna hondbólt og fótbólt? Bæði ja og nei.
25.6.25

Gulir ella ikki

Í dag taka tey flestu sum givið, at vit eru gul, men soleiðis hevur ikki altíð verið.