4/1/2025

Brandur til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við NSÍ

NSÍ hevur í dag skrivað undir við Brandur Hendriksson Olsen. Vælkendi skálavíkingurin hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála.

Brandur byrjaði sína fótbóltsleið í barndómsfelagnum B71, men í 2011 fór hann til FC København at royna seg hjá danska stórfelagnum. Í fyrru helvt av kappingini 2014/2015 fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum, har hann seinni eisini fekk sett sín dám á endaliga úrslitið hjá FCK. Í steypafinaluni skoraði hann avgerandi málið til 3-2, og góðar tvær vikur seinni fekk hann einasta málið í seinasta dystinum móti OB, ið samstundis tryggjaði FCK 2. plássið í landskappingini.  

Brandur hevur síðani leikt við Vendsyssel FF og Randers FC í Danmark, FH Hafnafjørður í Íslandi, Helsingborgs IF í Svøríki og ikki minst Frederikstad í Noreg, har hann hetta kappingarárið megnaði av blíva norskur steypavinnari.

Kreativi miðvallarin hevur ikki færri enn 63 landsdystir fyri Føroyar samanlagt, og hevur hann skorað 6 mál. (faroesoccer.com)  

Brandur kemur til NSÍ við einari rúgvu av altjóða royndum og fótbóltsligum dygdum, ið veruliga kemur at geva felagnum nakað eyka.

NSÍ ynskir Brandi hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit fegnast um, at hann komandi trý árini kemur at vera GULUR.

SAMAN STANDA VIT STERK!

Høvuðstuðul hjá NSÍ er Navigare Shipping Sp/f

https://navigare.fo/

No items found.
25.11.24

Rebekka til NSÍ

Rebekka skiftir frá HB til NSÍ
21.11.24

VÆLKOMIN HEIM

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ!
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum
21.10.24

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið
18.10.24

ÁRSVEITSLAN hjá NSÍ

Leygarkvøldið 02. november verður Bylgjan umskapað til eitt veitsluhøli
17.10.24

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!
4.10.24

Seyðaseðilin trektur

Tú kanst nú síggja, um tú hevur vunnið.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.