9/5/2026

PETUR GULUR TIL OG VIÐ 2031

Petur Knudsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið NSÍ við heili fimm árum, soleiðis at nýggi sáttmálin er galdandi til og við 2031

PETUR GULUR TIL OG VIÐ 2031

Petur Knudsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið NSÍ við heili fimm árum, soleiðis at nýggi

sáttmálin er galdandi til og við 2031. Fimm ár er eitt greitt tekin um bæði trúfesti og stórar ætlanir millum

felagið og ein av størstu profilunum hjá NSÍ.

Petur hevur hesa heilsanina í samband við hansara avgerð at halda fram í NSÍ:

“Eg eri sera fegin og stoltur av at halda fram í NSÍ. Tað er eingin ivi í, at mítt hjarta er gult allan vegin

ígjøgnum. Felagið NSÍ og samfelagið í Runavíkar kommunu hava givið mær og míni familju nógv, og tí vil

eg royna at geva aftur. Helst til okkara trúføstu viðhaldsfólk, og Guliganz, sum hava alvorliga sett sín dám á

føroysku kappingina og geva okkum leikarum í NSÍ heilt ótrúliga nógv. Næstu fimm árini verður ógvuliga

spennandi at vera partur av NSÍ, tí her býr nógv gott í hópinum, og væntandi og vónandi koma vit at náa

málunum, sum eru sett hesa komandi tíðina.”

Petur hevur í fleiri ár verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá NSÍ og somuleiðis ein av sterkastu

profilunum í bestu føroysku deildini. Við nýggja sáttmálanum tryggjar NSÍ sær, at ein av mest avgerandi

leikarunum heldur fram í gula búnanum nógv ár framyvir.

Í 2014 fekk Petur sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið hjá NSÍ, tá ið felagið á heimavøllinum við Løkin vann

4-2 á ÍF í seinasta dystinum í kappingarárinum. Í 2016 var hann longu fastur maður á liðnum, og hann helt

plássið til 2021. Í árunum 2021 til 2023 royndi Petur eisini seg uttanlands, tá hann spældi fyri Lyngby

Boldklub í Danmark. Tíðin í Lyngby gav honum virðismiklar royndir á hægri ítróttarligum støði, áðrenn

leiðin gekk víðari til USA. Í 2023 spældi hann fyri El Paso Locomotive FC, sum spælir í næstbestu

amerikonsku deildini.

Tá Petur vendi aftur til NSÍ í 2024, vísti hann beinanvegin, hví hann verður mettur sum ein av bestu

leikarunum í føroyskum fótbólti. Við sterkum og sannførandi avrikum, málum og stórum týdningi fyri

álopsspælið hjá NSÍ, staðfesti hann enn einaferð sína støðu sum toppleikari í Meistaradeildini.

Samanlagt hevur Petur Knudsen spælt 189 dystir fyri NSÍ í bestu føroysku deildini, har hann eisini hevur

skorað heili 82 mál. Hagtølini vísa týðiliga, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri felagið gjøgnum

árini.

Petur hevur eisini verið ein týðandi partur av føroyska landsliðnum, har hann við sínum arbeiðssemi, ferð og

álopsevnum hevur givið liðnum nógv. Við teimum avrikunum, hann hevur víst, síðani hann kom aftur til

føroyskan fótbólt, er eingin ivi um, at hann eisini framhaldandi verður ein fastur og týðandi partur av

føroyska landsliðnum komandi árini.

Í NSÍ eru vit fegin, errin og eyðmjúk um, at Petur Knudsen hevur valt at halda fram í barndómsfelagnum.

Fyrst og fremst er hetta ein stórur ítróttarligur styrkur fyri felagið, men eisini eitt sterkt tekin um tað tætta

sambandið, ið er millum leikaran, felagið og nærumhvørvið. Øll í felagnum gleða seg stórliga til fleiri løtur,

har man framhaldandi kemur at síggja Petur Knudsen í tí kendu gula leikarabúnanum hjá NSÍ.

Saman standa vit sterk!

Kelda: tøl sambært heimasíðuni faroesoccer.com

No items found.
22.4.26

BASARUR 2026

NSÍ skipar fyri basari og lutaseðla-sølu leygardagin 9. mai kl. 18.00 í Bylgjuni í Runavík
6.4.26

VINNARIN FUNNIN

Atgongumerkið til páskaframsýningina, sum hevur verið seinastu tveir dagarnir, var somuleiðis ein lutaseðil
6.3.26

Temjingar

Fótbólturin er enn einaferð á veg inn í eina kappingarsferu
18.2.26

Ungdómstoymið hjá NSÍ

Í kvøld fekk nýggja starvsnevndin høvi at heilsa uppá nýggja ungdómstoymið.
17.2.26

SVENSKUR MÁLVERJI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað undir ein sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. 28 ára gamli Tom hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2026.
13.2.26

NSÍ SETT MÁLMANSVENJARA

NSÍ hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við 45 ára gamla Magnus Emil Poulsen, ið harvið kemur at vera málmansvenjari hjá besta mansliðnum fyri kappingarárið 2026
12.2.26

Aðalfundur 2026

Í kvøld, hósdagin 12. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.
12.2.26

SERBI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.
12.2.26

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

NSÍ hevur sett 2 venjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U18 og U21. Talan er um ávikavist Steffan Løkin og Jann Martin Mortensen.