23/5/2026

Gerst limur í NSÍ

Skráset teg sum lim her

HUG AT GERAST LIMUR Í NSÍ?🐝

Sum nakað nýtt, er ein talgild skipan gjørd til tey, ið hava hug at gerast hvílandi limur í felagnum.

Hetta er BERT galdandi fyri hvílandi limir - ikki íðkandi limir❗️

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at tekna teg sum lim her:👇🏼👇🏼👇🏼

https://www.minrokning.fo/portal/templatePayer/33G4OHtNjZV7iulBNGtUHNAjTm_-nit47GdjTdJgULheIjrWKoSh1XJOk26sNGNMh4BdU4miR41DZtQbXlQWKw2

Tey, ið longu eru hvílandi limir, eru í skipanini, og skulu tí einki gera🤗

Øll, ið tekna seg sum lim áðrenn 1. August 2026, eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Smyril Line virði 5.000 kr. 🛳️

Gávukortið kann nýtast sum vanligt gjaldskort í øllum Smyril Line samtakinum - til ferðir við Norrönu, umborð á Norrönu, uppihald á Hotel Brandan og Hotel Hafnia, eins og á matstovunum Húsagarði, Katrinu Christiansen og Kafé Kaspar.

ALLIR LIMIR, nýggir sum gamlir, eru við í lutakastinum um gávukortið🤩

Fyri at tekna seg sum lim via leikjuna omanfyri, er neyðugt at hava samleikan. Hevur tú ikki samleikan, kanst tú venda tær til Anniku Klein á tlf. 595859📱

Limagjaldið fyri hvílandi limir er 300 kr. árliga💸

SAMAN STANDA VIT STERK💛🖤

No items found.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.