Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
Vit elska øll at síggja mál, og kvinnuliðið hjá okkum hevur fingið nógv mál í ár. Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast. Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.”
So er dystur aftur við Løkin í dag. Betrideildin hjá monnum hjá NSÍ og KÍ møtast og lagt er upp til ein branddyst. Vælkomnir allir Kí-fjepparar – vælkomnir út til Løkin.
Nú fríggjakvøldið kl. 20:00 tekur Betri menn hjá NSÍ ímóti KÍ við Løkin. Bæði liðini hava vunnið allar sínar átta dystir í landskappingini, so talan er ein TOPP dyst. Uttan iva ársins dyst inntil víðari.