25/6/2025

Gulir ella ikki

Í dag taka tey flestu sum givið, at vit eru gul, men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Gulir ella ikki

Í dag taka tey flestu sum givið, at vit eru gul, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Í 80-unum spældi NSÍ í bláum, umleið soleiðis sum Chelsea ger. Eykadraktirnar vóru hvítar, og onkutíð, tá teir vunnu í hvítum, gingu nakrir dystir, áðrenn teir vóru bláir aftur.

Í 1988 kom ein dani higar at vera venjari. Hann æt Kim Truesen. Tá spældu teir í bláum. Ætlanin var, at hann skuldi vera til at taka og kundi skifta seg sjálvan inn, tá á stóð. Fyrsta dystin hetta árið var ímóti HB í Havn. Har stóð einki til á vøllinum, so í seinna hálvleiki skift hann seg sjálvan inn á miðjuna, og eina lítla løtu seinni pløkkaði hann eitt langskot í tríaran. Onkur vildi vera við, at hetta var eitt sera kostnaðarmikið mál, tí eftir hetta byrjaði hann inni flestu dystirnar, og tað gekk av skriðuni. Seinastu dystirnar varð hann settur til viks, og aðrir settu liðið, men einki batti. Vit fluttu niður í næstbestu deildina.

Um heystið varð so aðalfundur, og undirritaði fór á fund í Glyvra skúla. Tá í tíðini vóru bæði hondbóltur og kappróður í NSÍ. Formenn í teim trimum nevndunum vóru so fastir limir í einari starvsnevnd, sum var yvir øllum trimum greinunum. Arni Ludvig var formaður í starvsnevndini, og Arne W. Joensen var formaður í fótbóltsnevndini. Á fundinum bar Arne W. J. seg undan afturvali. Nýggj nevnd varð vald, og undirritaði gjørdist mestsum av óvart formaður í fótbóltinum. Eingir pengar vóru, skuldin var stór, og ávísir spælarar rýmdu, so hetta var ikki tespiligt upptak. Vit skipaðu okkum so, undirritaði, Eyðálvur, Atli, Verner, Høgni og Jákup. Vit spurdu teir báðar Petur Mohr og Jóan Petur, um teir kundu vera venjarar, og teir játtaðu. Teir vóru góðir við felagið, so lønin, teir fingu, var ógvuliga lág. Mestsum súmbolsk. Tað gekk væl, og vit fluttu uppaftur.

Á einum av fyrstu fundunum í hølunum í gamla kaihúsinum, ið stóð har, sum Havnarskrivstovan stendur í dag, kom onkur við spurninginum, hví vit vóru bláir, og um vit ikki skuldu skifta til gult aftur. Undirritaði fekk til uppgávu at kanna møguleikarnar. Vit fingu eitt gott tilboð frá Sparta Sport í Syðrugøtu og tóku av. Fyrsta heimadystin komu leikarar inn á vøllin í svørt/hvítum draktum, og tá klárt var at byrja, lótu allir seg úr og til sjóndar komu skínandi gulu blusurnar og reyðu buksurnar. Fagnaðurin var øgiligur, ella eitt sindur í hvussu so er.

Síðan tá eru reyðu brøkurnar farnar, og svartar eru komnar ístaðin, og tað er eisini fínasta slag. Mótstøðuliðið í dag vóru eisini gulir. Í hvussu so er partvíst, um so hin parturin var grønur. Men í dag eru vit teir gulu í Eysturoynni simpulthen!

Edmund Joensen (Williamson)

Einaferð í tíðini formaður í fótbóltsnevndini og sonur eina av stovnarunum.

No items found.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
24.1.24

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.
22.1.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.
8.1.24

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.
23.12.23

Julia Naomi Mortensen við NSÍ komandi kappingarár

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.
22.12.23

Landsliðsleikari heldur fram

Sara Samson Lamhauge verður aftur at síggja í gulum kappingarárinum 2024.