13/12/2023

Jasper Van Der Heyden verður gulur!

28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin hevur júst skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.

NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir.

Jasper er upprunaliga úr Belgien, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.  

Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika og so er hann hartil málfarligur.

Vit á heimasíðuni eru sera spent, nú hópurin byrjar at taka skap. NSÍ-leiðslan heldur síni kort tætt at kroppinum, so vit mugu bara bíða í spenningi fyri at vita, um fleiri leikarar eru á veg.

Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.

Hjartaliga vælkomin í gult.

Saman standa vit sterk!

No items found.
5.1.26

PÓL THORSTEINSSON NÝGGJUR HJÁLPARVENJARI HJÁ NSÍ

Pól hevur játtað seg til at vera hjálparvenjara hjá NSÍ kappingarárið 2026.
3.12.25

KRISTIAN LONGT VIÐ NSÍ

32 ára gamli Kristian Joensen hevur í dag skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.
1.12.25

NSÍ SETT HØVUÐSVENJARA

NSÍ kann nú kunngera, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við íslendska Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini kallaður Siggi Raggi. Hann kemur at hava høvuðsábyrgdina av Betri monnum hjá NSÍ.
20.11.25

PRZYBYLSKI HELDUR FRAM Í NSÍ

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngera, at 27 ára gamli Michal Przybylski hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum, so at hann framhaldandi kemur at bera tí gulu blusuna til og við 2027
7.11.25

Rúni Rasmussen heldur fram

Sáttmálin er fyri kappingarárið 2026
Viljormur
31.10.25

VILJORMUR KEMUR HEIM

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini.
31.10.25

Góðar tíðir fyri framman !

Árið er komið at enda, og sigast skal, at tað hevur verið eitt ár, har vit kendu tiltikna NSÍ-andan við Løkin aftur. Klárt tað mest ágangandi spælið í landinum, har setningurin “At vit trýsta alla mótstøðu út á Toftavatn” er galdandi.
17.10.25

Klæmint Andrasson Olsen gulur í 2026

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini
4.10.25

Seyðaseðilin trektur

Vinnararnir av Seyðaseðilinum 2025 funnir