12/9/2025

John Andersen - Vespureiðrið

Enn tann dag í dag, spyrja fólk á gøtuni meg “ vart tú ikki annar av vertunum í Vespureiðrinum.” Og øll fáa sama svar, “ Jú, men eg eri ikki tann snedigi, hann eitur Jonhard”.

“Liðið er títt, liðið er mítt, vit eru øll NSÌ. Vit felagið bera, okkara besta gera. Saman standa vit sterk.” Soleiðis syngja vit saman við Terja.

Tað er ein framíhjarættur at vera partur av hesum blómandi NSÌ felagsskapinum, og tað er stuttligt at síggja hvussu nógv íðkandi eru.

Mikudagar kl 16:45 plagi eg at vera til venjing við tí elstu dóttrini, ið spælir við U6. Annaðhvønn mikudag vil hon vera málverji, og hin vil hon antin vera í álopinum, ella gera myllu. Tað er hugaligt at síggja hvussu nógv børn í ymiskum aldursbólkum venja samstundis. Tað er sum á Ólavsøku á vøllinum hetta tíðspunktið

Vespureiðrið

Enn tann dag í dag, spyrja fólk á gøtuni meg “ vart tú ikki annar av vertunum í Vespureiðrinum.” Og øll fáa sama svar, “ Jú, men eg eri ikki tann snedigi, hann eitur Jonhard”.

Alt byrjaði í 2006. Eg bleiv uppringdur av Valda, sum vildi hava meg at koma ein biltúr inn til Søldarfjørð, har Rás 2 helt til. Eg var sjálvandi skeptiskur, men eg helt at eg skuldi fara, tað er jú alt ov lætt at siga nei, ella umbera seg bæði við einum og øðrum. Men hevði eg vita av at vit skuldu gera eina beinleiðis útvarpsending, so hevði eg nokk ikki møtt upp.

Eg bleiv vístur inn í eitt studio, og har sótu so fragir menn sum Andrias Lamhauge, táðverandi formaður, Jákup Vágsheyg, Pól Helgi Jacobsen og Valdi Olsen, nevndarlimir. Eina góða løtu seinni, kom Jonhard Hansen eisini inn. Hurðin bleiv latin aftur, og vit fingu allir hvør sína mikrofon, og so segði teknikarin, ger so væl. Eg kundi ganga við til at sendingin bleiv tikin upp, og so send dagin eftir, soleðis at tað kundi redigerast í tilfarinum. Men vit blivu so yvirtalaðir til at senda beinleiðis, og tað hevði sínar fyrimunir og vansar.

Fyrstu tíðina sendu vit úr hølunum hjá Rás 2 í Søldarfirði. Í hvørjari sending høvdu vit gestir í studio, sonevndu ekspertar, samstundis sum vit eisini ringdu til eina rúgvu av fólki. Eksperturin yvir øllum, Pól Helgi Jacobsen, var ikki bangin fyri at leggja fingrarnar ímillum, tá tað snúði seg um at meta um komandi umfør, og takað afturíaftur tey farnu umførini í Formula deildini. Tað stuttliga við hansara metingum var, at hann sera, sera sjálvdan tippaði rætt. Hann roknaði altíð við nógvum málum. Einaferð tók hann so bragliga til, og tippaði GÍ at vinna 4-0 á KÍ, orsøkin var tann, at skósølan við Gøtugjógv hevði útsølu, og tað mundi vera við til at lyfta GÍ og teirra áskoðarar. Dysturin endaði, minnist meg rætt, 2-0 til KÍ.

Ein onnur hending, ið er verd at nevna, var at vit høvdu eina sms skipan, har lurtararnir kundu smsa úrslit og viðmerkingar inn. Um ein kollgitti úrslitini frá undanfarna umfarið, so vóru ymiskir vinningar, ið ein kundi ogna sær. Einaferð vann okkara egni Jón Johannesen, og eg var skjótur at ynskja honum hjartaliga til lukku við einum gávukorti frá Sjómansheiminum í Runavík, fyri TVEIR.

Ein fastur táttur í vespureiðrinum var, at ringja til umboð fyri mótstøðuliðið hjá NSÍ, ta komandi umfarið. Einaferð varð ringt til Martin Jarnskor í samband við at NSÍ skuldi leika móti GÍ í Gøtu. Jonhard hevði gjørt avtalu við Martin, so eg visti onki um hendan mannin. Meðan ringt var uppá, so teskar Jonhard til mín, “hesin kann vera eitt sindur bersøgin”, og tað fekk eg skjótt at føla. Martin húðflongdi okkum, og NSÍ. " Tit sita í radio og brúka tykkum, men eitt skulu tit bara vita, NSÍ VERÐUR ALDRIN FØROYAMEISTARAR!!!......Men tit skulu vera vælkomnir at fáa tykkum snaps, áðrenn tit fara til hús aftur grátandi, og við ongum stigum"

Minnist serliga einaferð at vit høvdu eina telefonsamrøðu við Piotr Krakowski, venjara hjá 07 Vestur. Vit tosaðu um kappingina sum var komin í helvt, um hvønn hann væntaði bleiv føroyameistari, og hvør fór at fáa tað trupult í niðurflytingar stríðnum. Piotr legði stóran dent á at teir fóru so ikki at flyta niður. Jonhard skuldi líkasum takað samanum samrøðuna áðrenn vit løgdu hornið á. " Tú Piotr, hvat verður so HITT liðið sum fer niður í 1.deild?" Jonhard fekk rætt, 07 Vestur mátti ta tungu leið niður í 1.deild við kappingarlok.

Í 2007 bleiv Rás 2 selt til Miðlahúsið í Tórshavn. Vespureiðrið fylgdi við, til høvuðsstaðin. Ikki tykkum at siga, so bleiv NSÍ føroyameistarar hetta árið. Tað var fantastiskt at sita mitt í Havnini og reypa um okkara bygdalið, og lurtaraskarðin bara vaks. Minnist serliga eina sending tá Djóni N. Joensen var gestur, tá vóru bara einir 4-5 dystir eftir, og tað sá rættiliga lovandi út hjá NSÍ at vinna føroyameistaraheiti. Djóni helt eina fantastiska røðu. Tað fekk ein at hugsa um filmin Braveheart, við Mel Gibson í høvuðsleiklutinum. Hann setti øll hini liðini uppá pláss. Hann tosaði út í eitt, í 7-8 .min. Tað var ikki frítt at man fekk gásarhold( hehe...)

Tað var fantastiskt at vera ein partur av Vespureiðrinum og eg kundi ikki fingið ein betri makkara enn Jonhard Hansen. Hann hevur framúr gott innlit í føroyskan fótbólt. Hann er altíð væl fyrireikaður og so hevur hann sín egna máta at siga tingini uppá. “ Vissi tú skalt hyggja í glaskúluna við TÍNUM brillum, hava teir so nakran kjans, ella hava teir ikki tað?” ja, skemtingarsamur sum fáur.

Aftur til dagin í dag. Vit møta FC Suðuroy, og hóast teir hava yvirraskað tey flestu positivt, so er tað eitt krav at vit fáa 3 stig. Vit hava ein krútsterkan hóp, har vil eg geva nevnd og øðrum rundanum, eitt stórt herðaklapp, fyri at hava borið so at, at vit hava tann( næst) sterkasta hópin í Betri deildini.

Vit vinna ikki FM í ár, men vit mugu kýta okkum at nærkast KÍ. Vit eru á rættari kós, og spæla serstakiliga góðan og undirhaldandi fótbólt. Tað skulu vit halda áfram við.

Í 2027 verður felagið 70 ár, og eg síggi fyri mær, at tá fara vit at vinna FM

Góðan dyst!

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
7.11.25

Rúni Rasmussen heldur fram

Sáttmálin er fyri kappingarárið 2026
Viljormur
31.10.25

VILJORMUR KEMUR HEIM

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini.
31.10.25

Góðar tíðir fyri framman !

Árið er komið at enda, og sigast skal, at tað hevur verið eitt ár, har vit kendu tiltikna NSÍ-andan við Løkin aftur. Klárt tað mest ágangandi spælið í landinum, har setningurin “At vit trýsta alla mótstøðu út á Toftavatn” er galdandi.
17.10.25

Klæmint Andrasson Olsen gulur í 2026

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Hann hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023, tá hann umboðaði Breiðablik í bestu íslendsku deildini
4.10.25

Seyðaseðilin trektur

Vinnararnir av Seyðaseðilinum 2025 funnir
1.10.25

Minningarorð um Helga Olsen

“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”
12.9.25

Vespan - Durita Joensen

Tá eg vaks upp á Glyvrum var eingin gentufótbóltur, og kanska var tað tí, at fótbóltur og NSÍ ikki var so frammarlaga í mínum hugaheimi sum barn og ung. Men hetta broyttist, tá eg gjørdist mamma og fekk ein son, Kristian, sum var áhugaður í og tíðliga byrjaði at spæla fótbólt.
12.9.25

John Andersen - Vespureiðrið

Enn tann dag í dag, spyrja fólk á gøtuni meg “ vart tú ikki annar av vertunum í Vespureiðrinum.” Og øll fáa sama svar, “ Jú, men eg eri ikki tann snedigi, hann eitur Jonhard”.
12.9.25

Steypið nærkast

Fyri bert tveimum árum síðani hendi tað ótonkiliga, at vit fóru heilt niður í næstbestu deildina at venda eftir nærum 20 ár í toppinum. Tað var sera tungt, men eisini ein partur av søguni, sum onkurvegna følist at hava styrkt okkum sum felag. Tí longu árið eftir vóru vit aftur í Evuropa. Tað, sum ein ikki doyr av, ger ein sterkari!