NSÍ hevur nærum havt fast pláss í Europa seinastu nógvu árini. Tó hevur verið soltið síðani 2021, tá seinasti dysturin varð spældur móti finska felagnum FC Honka. Fyrri dysturin á útivølli endaði 0-0, og tí vóru góðar vónir um at spæla seg víðari í Conference League. Men heimadysturin gjørdist eitt vónbrot og endaði 1-3 til FC Honka.
NSÍ hevur nærum havt fast pláss í Europa seinastu nógvu árini. Tó hevur verið soltið síðani 2021, tá seinasti dysturin varð spældur móti finska felagnum FC Honka. Fyrri dysturin á útivølli endaði 0-0, og tí vóru góðar vónir um at spæla seg víðari í Conference League. Men heimadysturin gjørdist eitt vónbrot og endaði 1-3 til FC Honka.
Túrarnir í Europa er góðir og samansjóðandi fyri felagskapin. Leikarar og venjarar brúka 2-3 dagar vid denti á fótbóltin. Fitt av áskoðarum eru eisini við á hesum túrum, og styrkir hetta um samanhaldið. Áskoðarar fáa møguleika at koma heilt tætt at hópinum. Slíkir túrar byggja upp útsøgnina” “Saman standa vit sterk”.
NSÍ hevur spælt móti so frægum liðum sum Fulham, Rosenborg, Dinamo Minsk, Hibernians og Aberdeen.
Tvey ár á rað trekti NSÍ eitt lið úr Hvítarusslandi. Hvussu óheppið kundi tad verda? Tá sami sendimaður frá NSÍ (undirritaði) hevði verið í Sveits og trekt lut vegna felagið í báðum førum, varð hann ikki biðin aftur.
Í 2017 spældi NSÍ móti Dinamo Minsk í Europa League. Fyrri dysturin var á útvølli í ógvusligum hita – umleið 30 stig. Her beit ein merki í, at tad var ikki líka ómakaleyst at koma gjøgnum flogvøllin í Hvítarusslandi, sum tað vit kenna til í Skandinavia. Tað tók nakað av tíð, til allir vóru leysir av tollarum og øðrum mynduleikum og kundu seta seg í bussin. At mótstøðuliðið var ivaleysa sterkt, visti ein frammanundan. Men okkara menn bardust í hitanum og tá nærkaðist endanum, var støðan “bert” 2-0 til heimamenn – og úrslitið til at liva vid. Tá so Petur í 85 minutti sendir bóltin í hornið uppá beinleiðis fríspark, var fjøldin hálvan vegin í dreymaland.
Returdysturin í Svangaskardi sjey dagar seinni, var ikki meira enn byrjaður, tá Minsk fær ein mann vístan av vølli. Hetta var ov gott til at verða satt. NSÍ hevði nú meira enn 80 minuttir at skora eittans mál móti mætu eysturlendingunum, og spæla seg víðari í Europa League. Tað bleiv beinanvegin hugsað um næsta umfar. NSÍ skuldi jú bara skora eittans mál, so skuldi liðið ein túr til Nordurmakedonia. Tað var ein vika, og hvat vid flogfari, hvat vid hotelli?
Men dreymurin brast, tí Dinamo Minsk við 10 monnum vann 2-0 tá avtornaði.
Í 2018 var mótstøðan Hibernians – Hibs- úr Edinburgh. Fyrr dysturin var á útivølli. NSÍ hevði skipað fyri leigutúri, so áskoðarar fingu møguleikan at verða í Edinburgh nakrar dagar og uppliva býin, áðrenn sjálvur dysturin skuldi spælast. Leiguflogfarið fór til Føroyar beint eftir dystin. Atlantic hevði eisini rutuflogfar til Edingburgh, og tad lagaði seg soleidis, at seinnapart hósdag bar til at fara úr túninum í Saltangará kl. 12.30 og 3-4 tímar seinni var ein í miðbýnum í Edinburgh. Ein granni spurdi hvar eg fór. Eg svaraði “eg fari til Skotlands at hyggja at NSÍ”. Fert tú allan vegin til Skotlands bara at hyggja at einum dysti? “Tad er skjótari at koma til stadion í Edinburgh, enn um man skal koyra til Havnar – standa í kø og sigla tveir tímar til Tvøroyri.” Ongin spyr – “fert tú til Suðuroyar bara at hyggja at einum fótbóltsdysti?”
I Edinburgh var alt avgjørt eftir 90 minuttir, so returdysturin bleiv ein avgreiðsluspurningur. Dysturin endaði 6-1 og Einar var vístur av vølli áðrenn hálvleik. Sjálvt um Klæmint gjørdi hatt- trick á heimavølli eina viku seinni, og NSÍ førdi 2-0 tá seks minuttir vóru farnir, so var mótstøðan ov stór, og John McGinn og liðfelagarnar vunnu 4-6. Ein mánaða eftir seinna dystin spældi John McGinn vid Aston Villa í Premier League, og har er hann enn ein av berandi kreftunum.
Fótbóltstúrar eru altíð minniligir. Í 2016 vóru fimm mans – tríggir NSÍ fjepparar og tveir B68 arar á ferð í London. Felags fyri hesar fimm er, at allir hava Tottenham sum sítt lið. Hetta var stórt og menn fóru í góðari tíð til London at lada upp – eini tríggjar dagar áðrenn sjálvan dystin. Hjá fleiri var hetta fyrstu ferð á einum stórum stadion – og tíðans heldur í Premier League. Tá dagurin kemur og Tottenham og Southampton í fagrasta veðri skulu dystast, fóru menn tíðliga at flyta seg móti White Hart Lane. Vit høvdu útvegað okkum árskort, og tí skuldi vit “bara” bíleggja okkum atgongumerki uppá árskortini. Góðan hálvan annan tíma áðrenn dystin, fara menn ígjøgnum rulluportrið á White Hart Lane. Vit skulu hava alla upphitingina við og tad skuldi provianterast. Fýra teir fyrstu fara ígjøgnum sum smurt, men tá fimti maður smílandi kemur at portrinum, er kortið ikki gyldugt. Tad vísir seg, at tað eina av teimum fimm kortunum var árskort frá árinum frammanundan. Og sjálvt um fýra mans vóru komnir inn, so sigraði solidariteturin og allir fóru út aftur. So máttu vit til at fáa fatur í veruligum billettum, men tad var útselt. Og nøvnini á teimum sum stóðu á kortunum, vóru aðrir persónar enn teir spentu eysturoyingarnir, sum stóðu har so vónríkir. Tá mynduleikarnir funnu út av, at hetta ikki vóru somu persónar blivu øll kortini sperraði – eisini tey fýra sum riggaði. Alt endaði vid, at vit fimm sótu á eini café beint vid síðuna av White Hart Lane, og hugdu at dystinum í sjónvarpi.
Fóltbóltstúrar eru góðir fyri felagsskapin. Nú NSÍ aftur í ár fer at spæla í Europa, fáa fjepparar vónandi møguleika at ferðast vid liðnum.
Fyri at NSÍ framyvir eisini skal luttaka í Europa, skal liðið halda seg í toppinum. Í dag er aftur ein trupul dystur móti HB. Seinast hesi liðini møttust í Havn var stórur munur. Tad verður neyvan endurtøka av tí úrslitinum, men minni kann eisini gera tað.
Gódan dyst í dag.