1/10/2025

Minningarorð um Helga Olsen

“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”

Minningarorð um Helga Olsen

“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”

Hvørt hóskvøld gjøgnum kappingarárið møtast menn í kioskini við Løkin, har teir samantvinna hugna og gera fyrifallandi uppgávur, sum eru við til at gera gerandisdagin hjá NSÍ lættari. Hesin bólkurin av monnum verður millum okkum róptur “NSÍ Bandin”. Ein av teimum trúføstu limunum í hesum “banda” var Helgi Olsen úr Rituvík, og seinasta hóskvøld var onki undantak. Tá ið eg legði leiðina framvið, vóru teir í gongd við at leggja seinastu hond á arbeiðið við yvirtromuni á goymsluni sunnanfyri kioskina. Lagið var gott á monnum, práta varð um gongdina hetta kappingarárið og fyrireikingar til komandi ár. Menn vóru spentir, men eisini var ein ávís ferð á monnum, tí málið teir høvdu sett sær hetta kvøldið skuldi náast. Eg vildi ikki órógva teir meira enn neyðugt. Seinni um kvøldi sá eg, á teirra messengerbólki, at “Merkið” var skrúða inná síðstu sperruna. Mynd varð tikin av teirra avriki hetta kvøldið og mitt í rokanum var Helgi, væl hýrdur sum altíð, og vardi tað meg ikki, at næstuferð eg skuldi bera eyga við okkara hátt virda Merkið, var, tá ið eg fekk sorgarboðini um, at hesin hátt virdi heiðursmaðurin, Helgi Olsen var farin undan okkum heim í teir ævigu bústaðir.

Helgi var ein íðin NSÍ viðhaldsmaður bæði í viðgongd og mótgongd, hjá honum var ongin ivi um, at hann stuðlaði felagnum og teimum avgerðum, sum leiðslan tók. Eg havi mangan tosað við Helga um okkara kæra felag, og hava tær samrøðurnar verið gevandi og fari eg at sakna hesar samrøðurnar. Vit í NSÍ hava mist ein góðan og trúgvan viðhaldsmann.

Umframt at vera viðhaldsmaður, so var Helgi eitt satt lívsstykki, hann var jaligur, savnandi, loyalur, trúfastur og kann eg ikki finna eitt betri lýsingarorð enn, at hann var alt umfevnandi. Hann hevði ein slíkan eginleika, at man altíð kendi seg væl í hansara samveru, tí var tað ikki undarligt, at hann var nógv avhildin millum okkum og limirnar í NSÍ bandanum, har hann kundi bæði prika og skemta og tískil verður saknurin stórur, nú hansara stólur er tómur og hansara rødd er tagnað.

Men størstur verður saknurin hjá tykkum Gunn, Ronnie, Ken, Jov, svigerbørn, barnabørn, ja familjan øll. Má hann, sum øllum valdar styrkja og leiða tykkum trygt ígjøgnum sorgina og saknin í dag og døgum, sum fara at koma.

Við hesum fátøku orðum vil eg vegna NSÍ bera tær eina hjartans tøkk fyri alt tað, sum tú hevur lagt eftir teg. Takk fyri tað stríð og strev, sum tú púra ósjálvsøkið hevur lagt eftir teg í okkara felagsskapi. Tað er við allar størstu viðring og takksemi, at vit bera minnini um teg víðari í okkara gulu hjørtum.

Við álit á fullgjørda verkið á Golgata, hvíla vit trygt í tí vón, at vit ein dag skulu møta Helga aftur heima hjá Harranum.

Og skal hetta verđa okkara troyst í stóru sorgini og sakninum, og kunnu vit, sum Harran kenna taka undir viđ sálmaskaldinum, sum so beinrakið troystar okkum viđ orđunum:

"Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síđstu ferđ. Tá iđ tár viđ skilnađ renna troyst í hesum orđum er."                

Guds friður verið við tær Helgi, Guds friður verið við okkum øllum

Æra verður minni um Helga Olsen

Karstin Joensen

Formaður

NSÍ Runavík. F.C.

No items found.
20.2.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur.
20.2.24

Starvsnevndin hjá NSÍ hevur skipað seg

Hósdagin 15. februar hevði NSÍ aðalfund. Tá blivu 5 nýggj fólk vald inn í starvsnevndina, ið samlað telur 7 fólk.
19.2.24

VFF CUP KVINNUR: 7-0 sigur á HB

Kvinnurnar leiktu 17.02, leygardag, VFF Cup á heimavølli í móti HB.
19.2.24

Tilmeldingardagur 2024

Sunnudagin 11.02 var árligi tilmeldingardagurin hjá ungdóminum.
16.2.24

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.