29/6/2025

’Nei, so vil eg heldur bara vera her í Kollafirði’

Kom at hugsa um Kollafjarðarsangin hjá Jóhan í Kollafirði (Dalsgaard) nú vit práta um at útflyta føroyskar fótbóltsleikarar. Hondbólturin vísur vegin. Har spælir alt landsliðið uttanlands. Ella so gott sum alt liðið. Kann man samanlíkna hondbólt og fótbólt? Bæði ja og nei.

’Nei, so vil eg heldur bara vera her í Kollafirði’

… ’her er ikki so galið’.

Kom at hugsa um Kollafjarðarsangin hjá Jóhan í Kollafirði (Dalsgaard) nú vit práta um at útflyta føroyskar fótbóltsleikarar. Hondbólturin vísur vegin. Har spælir alt landsliðið uttanlands. Ella so gott sum alt liðið. Kann man samanlíkna hondbólt og fótbólt? Bæði ja og nei.  

Tað eru fleiri føroyskir fótbóltsleikarar, ið hava havt eina fína yrkisleið uttanlands. Men tað er ein sannroynd, at nógvir profilar á føroyska landsliðnum eru at finna í føroysku landskappingini. Tað er gott fyri støðið í føroysku landskappingini. Tað er eisini gott fyri føroysku liðini í evropeisku kappingunum.  

Men tað er ikki gott fyri menningina av føroyskum fótbóltstalentum.

Tað er ikki ein trupulleiki, at leikarar venda heim aftur eftir drúgva yrkisleið uttanlands. Viljormur Davidsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen við fleiri hava umboðað føroyskan fótbólt uttanlands í nógv ár. Teir hava tænt fyri seg, og geva nú nakað aftur til føroysku kappingina.  

Trupulleikin byrjar tíðliga í yrkisleiðini. Og tað eru fleiri trupulleikar. Vit eiga at útflyta meginpartin av U17, U19 og U21 landsliðnum, um vit ætla nakað. Í øðrum lagi má eisini vera pláss til nakrar av hesum leikarunum í teimum bestu feløgunum í Føroyum.

Ein trupulleiki er, at ov fáir satsa 100% uppá fótbólt. Tað verður so mítt uppáhald. Um ein 18-20 ára gamal leikari fær ein rímiligan sáttmála við eitt føroyskt felag, so eigur hann at liva sum yrkisleikari, tí hann ætlar sær víðari. Um vit ganga út frá, at viðkomandi leikari ikki hevur eina familju at forsyrgja, so er ikki neyðugt at arbeiða við síðunarav fótbóltinum.

Harnæst er tað ein stórur trupulleiki, at landsliðsleikarar í besta aldri forvinna meira pening í føroysku kappingini. Lønin er kanska á leið tann sama sum eitt útlendskt felag bjóðar, men í Føroyum kann man arbeiða við síðunarav. Vit hava nakrar í yngra endanum, ið fara eftir eini yrkisleið uttanlands. Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi og Dávid Reynheim við fleiri. Men tað langt frá nokk, um vit ætla okkum víðari.

Tað er nokk ikki møguligt at seta eitt lønarloft á ungar leikarar í føroysku kappingini. Men eg hevði ynskt, at føroysku feløgini útviklaðu føroyskar leikarar til at útflyta. Tað vil siga, at feløg burdu latið vera við at yvirbjóða hvønn annan, tá talan er um 18-22 ára gamlar leikarar.  

Um endamálið hjá einum av smærru feløgunum er at útflyta ein leikara, so kunnu tey menna leikaran, so leingi sum tey meta, at leikarin verður avbjóðaður. Síðani kann tað henda, at leikarin flytir til eitt størri felag, og at tað er betri fyri menningina. Um endamálið er at fáa leikaran í Superliguna ella í Premier League, so bilar tað einki, um leikarin flytir til eitt størri føroyskt felag, tí tað er ein liður í menningini. Minna felagið satsar so uppá at fáa nøkur % av søluni til Premier League. Tað ljóðar eitt sindur ljósareytt, men vónandi er hetta dreymurin.

Trupulleikin við at topp fimm liðini hava nógvar landsliðsleikarar í besta aldri er, at plássini til menning eru upptikin. Um hesir spældu uttanlands, so var plássið tøkt hjá tí næsta ættarliðnum, ið vit skulu menna. Saman við teimum leikarunum, ið ikki megnaðu ein yrkisleið uttanlands.

Ein ungur klaksvíkingur hevur ógvuliga langan veg inn á liðið. Málið er bólkaspælið í evropeiskari kapping. So skal man líka vinna sær atgongd ígjøgnum tað føroysku kappingina. Hini toppliðini eru eitt sindur meira av einum millumtingi. Talan er um eina blanding av lokalum og evropeiskum ambitiónum. KÍ-liðið er týðiliga samansett til Evropa. Talan er fyri tað mesta um núverandi og fyrrverandi royndar føroyskar landsliðsleikarar.

Isolerað sæð er tað ein góð samanseting til eitt gott endamál. Men tað er ikki gott fyri menningina av næsta ættarliðnum. Og vit kunnu ikki samanlíkna okkum við onnur størri lond, tí har eru nógv fleiri lið, ið hava eitt yrkisumhvørvi, har teir ungu kunnu menna seg. Soleiðis er tíverri ikki í Føroyum, og tí er atgongdin til bestu føroysku liðini – tann góði pallurin – gull verdur. Hartil eru alt ov nógvir útlendskir leikarar í føroysku kappingini, ið ikki eru nevnivert betri enn føroyski leikarin, ið situr á bonkinum.

Føroysku toppfeløgini eru endað í einari tvístøðu. Skulu tey satsa uppá at menna leikarar, ella skulu tey satsa upp á at koma víðari í evropeisku kappingunum. Líkamikið hvat, so eigur ein 27-ára gamal føroyskur landsliðsleikari ikki at spæla í føroysku kappingini. Tað er ikki gott fyri menningina av føroyskum fótbólti.  

Tað krevur heilt víst eisini nógv at flyta relativt ungur av landinum til eitt yrkisumhvørvi. Men tað er tað sum skal til. Tað er blivið for lukrativt, heimligt og hugnaligt bara at spæla í tí føroysku kappingini. Tú kanst vera stjørnan í Gundadali.

Tað eru ov fáir, sum vísa vegin. Gongdin er farin skeiva vegin. Tað er lættari bara at spæla í Føroyum.  

Tað er sum hjá Jóhan í Kollafirði. ’Nei, so vil eg heldur bara vera her í Kollafirði, her er ikki so galið’.

No items found.
16.2.24

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
24.1.24

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.
22.1.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.
8.1.24

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.
23.12.23

Julia Naomi Mortensen við NSÍ komandi kappingarár

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.