7/6/2023

NSÍ hevur sett stjóra

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum.

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ.

Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari á Setrinum. Jákup hevur allan sín uppvøkstur verið ein partur í NSÍ, bæði sum leikari og sum venjari í felagnum.

Ítrótturin, og kanska serliga fótbólturin, hevur altíð ligið í dna’num í familjuni, tí bæði pápin, Trygvi, og abbin, heiðurslimur Jákup Mortensen, sáli, hava havt aktivar leiklutir í felagnum.

Jákup er nærlagdur, rúmligur og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann hevur tikið UEFA B prógvið í 2019.

Nógvar praktiskar uppgávur fylgja eisini hesum starvi, men við einum vælvirkandi stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði venjarum og nevnd, at verða lættari at fara undir.

Vit í starvsnevndini eru sera glað fyri, at Jákup hevur valt at taka við hesum starvi, og síggja vit fram til eitt gott og spennandi samstarv, øllum felagnum at gagni.

Til seinast vilja vit ynskja Jákupi hjartaliga til lukku við starvinum.

Vegna NSÍ
Karstin Joensen
Formaður

No items found.
4.8.25

Nýggjur NSÍ sangur

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast. Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.”
24.5.25

Minniligir fótbóltstúrar

NSÍ hevur nærum havt fast pláss í Europa seinastu nógvu árini. Tó hevur verið soltið síðani 2021, tá seinasti dysturin varð spældur móti finska felagnum FC Honka. Fyrri dysturin á útivølli endaði 0-0, og tí vóru góðar vónir um at spæla seg víðari í Conference League. Men heimadysturin gjørdist eitt vónbrot og endaði 1-3 til FC Honka.
9.5.25

VESPAN - Tann guli liturin!

So er dystur aftur við Løkin í dag. Betrideildin hjá monnum hjá NSÍ og KÍ møtast og lagt er upp til ein branddyst. Vælkomnir allir Kí-fjepparar – vælkomnir út til Løkin.
8.5.25

Betri Deildin Menn (NSÍ - KÍ)

Nú fríggjakvøldið kl. 20:00 tekur Betri menn hjá NSÍ ímóti KÍ við Løkin. Bæði liðini hava vunnið allar sínar átta dystir í landskappingini, so talan er ein TOPP dyst. Uttan iva ársins dyst inntil víðari.
22.4.25

Vinnarin av málninginum er funnin

Lutaseðilin, sum eisini var atgongumerkið til stóru listaframsýningina við Løkin, er trektur.
17.4.25

Vespan 4. umfar

Fjórða umfar í Betri deildini verður avgreitt í dag. Vit bjóða FC Suðuroy, sum í dag vitjar NSÍ við Løkin, at verða vælkomin til Runavíkar.
16.4.25

Listaverk Í hópatali við Løkin

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar.
3.4.25

11-0 undan 07 Vestur

Bill hevur skrivað greinina til Vespuna í samband við dagsins dyst móti 07 Vestur
30.3.25

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Djóni hevur skrivað greinuna til Vespuna í samband við dagsins dyst móti B68