1/12/2025

NSÍ SETT HØVUÐSVENJARA

NSÍ kann nú kunngera, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við íslendska Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini kallaður Siggi Raggi. Hann kemur at hava høvuðsábyrgdina av Betri monnum hjá NSÍ.

NSÍ kann nú kunngera, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við íslendska Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini kallaður Siggi Raggi. Hann kemur at hava høvuðsábyrgdina av Betri monnum hjá NSÍ.

Siggi byrjaði sína yrkisleið sum leikari í 1992, har hann fekk sínar fyrstu dystir í bestu íslendsku deildini við KR Reykjavík. Í 1993 og 1994 leikti hann við ávíkavíst Víkingur Reykjavík og Þróttur Reykjavík, áðrenn hann aftur leikti við KR Reykjavík. Í 1997 fór Siggi uttanlands at royna seg sum yrkisleikara, har hann leikti við Walsall FC og Chester City í Englandi, og síðani við KRC Harelbeke/KRC Zuid-West í Belgia. Í 2000 vendi Sigurður nøsina heim aftur til Íslands og leikti næstu 5 árini við KR Reykjavík, har hann í 2002 og 2003 gjørdist íslendskur meistari. Í 2005 skifti Siggi til ÍA Akranes, har hann leikti sítt seinasta ár sum yrkisleikari.

Í 2006 fekk Siggi starv í íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ. Afturat einum starvið, har hann skuldi taka sær av menningini av íslendskum venjarum, tók hann við starvinum sum høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Tað venjarastarvið røkti hann frá 2006 til 2013, og fekk hann tað íslendska kvinnulandsliðið við til tvær EM endakappingar.

Eftir 7 ár sum landsliðsvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum, tók Siggi í 2014 við sum høvuðsvenjari hjá íslendska felagnum ÍBV í bestu íslendsku mansdeildini. Árið eftir fór hann til Noreg, har hann var hjálparvenjari í Lillestrøm IK.

Árini 2017 og 2018 blivið brúkt í Kina, har hann fyrst var venjari hjá kvinnuliðnum hjá Jiangsu Suning og síðani hjá kinesiska kvinnulandsliðnum.

2020 fekk hann starv sum høvuðsvenjari hjá Keflavík IF í bestu íslendsku mansdeildini. Hetta starvið røkti hann til 2023.

Siggi kemur komandi árið at hava ábyrgdina av okkara besta mansliði, og ynskja vit í NSÍ Sigurði alt tað besta í hesum nýggja starvið. Vit gleða okkum at síggja mansliðið á vøllinum aftur.

SAMAN STANDA VIT STERK! See less

No items found.
27.6.24

Kunning: Parkering NSÍ - KÍ

Pakering samband við dystin fríggjakvøldi.
2.6.24

Úr Allsvenskan til Runavíkar

NSÍ hevur júst skrivað undir ein sáttmála við 34-ára gamla Viktor Agardius.
20.4.24

VINNARIN ER FUNNIN!

Trekt er nú millum seðlarnar, og vinnarin var nr. 361.
30.3.24

Venjaratoymið hjá Betri kvinnum 2024

Høvuðsvenjari, Allan Dybczak, fer undir sítt næsta ár, sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Martin Jarnskor kemur at vera hjálparvenjari hetta kappingarári.
15.3.24

ARON HEIM TIL NSÍ!

Aron Knudsen hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ.
3.3.24

U17 landslið úttikið

U17 landsliðið við dreingjum skal 12. – 20. mars til Gibraltar til UEFA menningarkapping.
29.2.24

U17 og U19 landslið úttikið

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tveir leikarar frá NSÍ.
27.2.24

Borg stórstuðul hjá NSÍ

Stóra fyritøkan við heimstaði í Runavík hevur skrivað undir nýggja avtalu við NSÍ. Hetta merkir, at Borg framyvir verður ein av stórstuðlunum hjá NSÍ.