4/8/2025

Nýggjur NSÍ sangur

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast. Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.”

LIÐ MÍTT VIÐ LØKIN

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast.

Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.”

Soleiðis syngur lokala tónleikahetjan úr Runavík, Edmund Jacobsen, sína fagnaðarkvøðu til eitt frálíkt og væl spælandi vespulið, sum eigur viðhaldsfólk úr Elduvík til Esbjerg.Tveir vinir hjá útlagda rokkaranum, Mikkjal Hvannastein og Karl Martin Samuelsen, hava ávikavíst tikið upp, ljóðblandaðog sungið kór á lagnum.

Og seinasta gulltráðin hava kvinnur og menn úr okkara egna fótbóltsliði við stórum sjálvsáliti spunnið í IntroVers Studio  til savnandi niðurlagið “JA, VIT HALDA ØLL VIÐ NSÍ”  

Tað er Steintór Rasmussen, sum á útivølli hevur roynt seg sum høvund og tónasmið.    Eftir eitt gott innkast frá formanni okkara Karstin Joensen, hevur Steintór verið eitt slag av liðskipara av verkætlanini og borið sangin á mál.

Og tað kundi neyvan verið gjørt, sagt ella sungið betri ... Tú ert varin, tú ert søkin. Tú ert liðið mítt við Løkin. Tú ert NSÍ!

Link til sangin á facebook:
Facebook

Tekstur:

Lið mítt við Løkin

  1. Hvør maður og hvør kvinna.
    Vilja stríðast vilja vinna.
    Vilja gull og heiður spinna.
    Tað vil NSÍ.
  1. Tær eg fjeppist uppií.
    Tú ert mítt hjarta allatíð.
    Tær eg eri býttur í.
    Koyr á NSÍ.
  1. Um eydnan hon er blíð.
    Sveitti og nógv stríð.
    Spyr meg ikki hví.
    Eg elski NSÍ.

    ---
  1. Er tað nakað, eg kann gera.
    Er tað nakað, eg kann vera.
    Nakað navn, eg vil bera.
    Er tað NSÍ.
  1. Tær eg fjeppist uppií.
    Tú ert mítt hjarta allatíð.
    Tær eg eri býttur í. 
    Koyr á NSÍ.

    Kór: Ja! Vit halda øll við NSÍ. Ja! Vit halda øll við NSÍ x2

    :Tú ert varin tú ert søkin.
    Tú ert liðið mítt við Løkin.
    Tú ert NSÍ:

No items found.
7.6.23

Betri deild kvinnur: 2-1 sigur á Víkingi!

Í góðveðrinum, sunnudagin 04. juni, leiktu kvinnurnar hjá okkum, eins og mennirnir, dyst ímóti Víkingi.
4.6.23

1-0 sigur á Víkingi

Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking.
29.5.23

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.
18.5.23

Málini hjá kvinnunum

Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.