22/3/2025

Pylsuvognurin - ein sólskinssøga hjá NSÍ

Seinasta summar varð ein pylsuvognur settur nærhendis vøllin við Løkin í Runavík. Vognurin var keyptur av felagnum Sp/f Rókin.

Pylsuvognurin – ein sólskinssøga hjá NSÍ

Seinasta summar varð ein pylsuvognur settur nærhendis vøllin við Løkin í Runavík. Vognurin var keyptur av felagnum Sp/f Rókin, sum er ein av stuðlunum hjá felagnum - við tí fyri eyga at skapa eina eyka inntøkukeldu til NSÍ.

Í byrjanini var ikki heilt greitt, hvussu felagið skuldi skipa virksemið rundan um pylsuvognin, men fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í fjør, har søla var skipað til nakrar heimadystir hjá monnum, eins og vognurin var nýttur til einstakar dystir hjá kvinnum. Harumframt var pylsuvognurin til staðar til tiltøk, sum NSÍ skipaði fyri á Eystanstevnu, til NSÍ-dagar, til Stuðulsrenningina og eisini til Eydnufestivalin sum var í Løkshøll í fjør. Eisini vóru serligar treytir fyriskipaðar í samband við innandurakappingina fyrr í ár, har øll børnini fingu ókeypis franskar, sunkist og chips.

Virksemið í pylsuvogninum hevur verið ein stór success, og áskoðarar hava javnan gjørt vart við, hvussu gott tað hevur verið, at havt møguleika at keypa sær okkurt heitt at eta undir dystum.Linda Højgaard hevur havt høvuðsábyrgdina av innkeypi og fyrireiking í pylsuvogninum. Uttan hana, hevði hetta átakið nokk ikki verið ein veruleiki.

Til kappingarárið 2025, kunngerða vit, longu nú, at pylsuvognurin verður opin til allar heimadystir hjá monnum í Betri-deildini, eisini kemur pylsuvognurin at vera opin til nakrar dystir hjá kvinnum í Betri-deildini og afturat hesum til ymisk lokal tiltøk. Við royndunum frá í fjør er nú lættari at skipa arbeiðið, og í ár hava 20 sjálvboðin játtað at hjálpa til í pylsuvogninum.

Við hesum átakinum hevur NSÍ skapt eitt serligt savningarstað, ið bæði stuðlar felagnum fíggjarliga og styrkir um felagsandan.

NSÍ ynskir at takka tykkum øllum, ið longu hava játtað seg at arbeiða í pylsuvogninum  í summar og vónar at ákoðarar við Løkin framhaldandi taka væl ímóti pylsuvoginum í 2025.

Mynd tikin týskvøldið 18. mars. 2025Mynd úr erva til vinstru: Helena H. Højgaard, Ann Mari Midjord, Tórhild L. Hansen, Bogi Hansen, Sigrid J. Dalgaard, Herbjørg H. Jøkladal, Elinbjørg Hansen, Rakul Jensen, Linda Højgaard, Elly Lind Jóanesarson, Sunneva Vang, Beata R. Hansen, Annemie B. Nielsen.

Hesar mangla á myndini: Eyð Reginsdóttir Fredriksberg, Anita Jacobsen, Durita Persdóttir Joensen, Sólva Óladóttir Weihe, Anita Joensen, Naomi Jøkladal og Ása Búadóttir Jensen.

No items found.
7.6.23

Betri deild kvinnur: 2-1 sigur á Víkingi!

Í góðveðrinum, sunnudagin 04. juni, leiktu kvinnurnar hjá okkum, eins og mennirnir, dyst ímóti Víkingi.
4.6.23

1-0 sigur á Víkingi

Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking.
29.5.23

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.
18.5.23

Málini hjá kvinnunum

Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.