12/2/2026

SERBI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

SERBI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti, har hann hevur leikt við fleiri feløgum í bestu serbisku deildini. Harumframt hevur hann seinastu árini leikt í bestu deildunum í Montenegru, Lettlandi, Lybia og Indonesia.

192 cm høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og er dugnaligur at lesa spælið.

Vit í NSÍ ynskja Nikola hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit gleða okkum at síggja nýggja leikaran í eyðkendu gulu blusuni við Løkin! Nikola verður ynskt alt tað besta í komandi kappingarárinum

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.