20/10/2026

Vespan - NSÍ - 07 Vestur

Grein í Vespuni til dystin móti 07 Vestur

Eg var ikki sørt tikin á bóli, tá eg var til dystin móti B36 í Gundadali hendan dagin.

Ikki av úrslitinum, ella spælinum, ella nøkrum øðrum, ið fór fram á vøllinum.

Men eg fekk eina áheitan at skriva eitt innlegg til komandi Vespuna. Tað hevði eg ikki roknað við.

Ikki tí, eg eri NSÍ’ari um ein háls, men eg síggi ikki so nógvar dysti, sum eg kundi hugsað mær.

Stórstu skreytirnar sum NSÍ’ari gjørdi eg fyrsta árið, ið eg leikti við NSÍ. Tað var við smádreingjunum, afturi í 1979. Vit høvdu tann legendariska Tummas hjá Hennebeth sum venjara, og hann hevði verið venjari í fleiri ár, men tað var nær við og næstan hvørja ferð. Eg haldi, at HBa vann hvørja ferð.

Men í 79 bragdaði tað.

Faktiskt var hetta fyrsta FM heitið hjá NSÍ nakrantíð. Gott nokk vunnu vit 2. deild í 1978, men tað æt ikki FM, men vinnarar av 2. deild.

Eg minnist næstan hvønn einasta dyst, men lunnarnir undir FM heitið vóru lagdir eftir ein sera spennandi dyst móti HBa í Havn í oysandi áarføri á niðara vølli í Gundadali,har vit vunnu 4-3. HBa snávaði á Sandi móti B71, so gjørdi tað onki, at vit taptu seinna dystin móti HBa við Løkin í Runavík, tí vit vunnu allar hinar dystirnar. Um eg minnist rætt, vóru ÍF og Skála eisini í okkara bólki. Vit komu víðari úr bólkinum, og møttu KÍ í semifinaluni, og meini vit vunnu fyrru finaluna í Runavík við 5-0. Seinna var spæld í ivasomum veðri, grovur heglingur seinastu løtuna, men vit vunnu hóast tað 3-2.

So skuldu 2 finalur spælast móti Streymi. Fyrst á Skála. Dysturin endaði 0-0, men dómarin segði, at dysturin skuldi avgerast, so tað bleiv longd leiktíð og brotssparkskapping, ið vit vunnu. Men Streymur kærdi avgerina, og fingu viðhald, soleiðis, at tá vit møttust við Løkin stóð alt á jøvnum, tá vit byrjaðu.

Seinna finalan var eisini jøvn, vit komu á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men teir javnaðu í seinna. So tað bleiv aftur brotsspørk. Tá 5 vóru skotin í part stóð framvegis á jøvnum. Høvdu brent eitt brotsspark í part. Vit skutu fyrst, og tað 9’inda og seinasta brotssparki hjá okkum varð eg biðin um at skjóta, og tað sat dygst útivið vinstru stong, málmaðurin fór hinvegin. Okkara málmaður, Jón Hansen, tók so teirra skot, og so vóru vit meistarar.

Eg minnist at tað vóru nógvir áskoðarar til dystin, og 1. deild spældi aftaná, men tá fóru fleiri av áskoðarunum til hús. Kanska var niðurflytingin longu staðfest.

Aftur til nútíðina 😊

Nú eru bert 3 umfør eftir, og støðan er soleiðis, at vit hava nógv best kort á hondini til at gerast FM vinnarar í ár. So tað er háspenningur í luftini. Tí tað eru longu langt síðan at einasta FM heiti kom til høldar. Ja, so langt síðan, at fleiri,ið ikki vóru fødd tá, hava fingið koyrikort í dag. So tað er tíð uppá.

Nú er tað, at vit fjepparar mugu vísa okkara dygga stuðul, sum kann bera leikararnar tey síðstu fetini fram móti FM.

Ikki so, at vit skulu taka alt í einum, men sum vit kenna tað so væl EIN DYST Í SENN.

Koyr á NSÍ.

No items found.
4.1.25

Brandur til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við NSÍ
1.1.25

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!
17.12.24

Kevin Jablinski NSÍ’ari í 2025!

Norskur miðverji til NSÍ!
4.12.24

Michal Przybylski heim til NSÍ

Michal gulur í 2025!
25.11.24

Benadiktus Olsen partur av Betri hópinum 2025 og 2026!!

Ungi evnaríki Benadiktus hevur undirskriva sáttmála við NSÍ!
25.11.24

Rebekka til NSÍ

Rebekka skiftir frá HB til NSÍ
21.11.24

VÆLKOMIN HEIM

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ!
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum