9/5/2025

VESPAN - Tann guli liturin!

So er dystur aftur við Løkin í dag. Betrideildin hjá monnum hjá NSÍ og KÍ møtast og lagt er upp til ein branddyst. Vælkomnir allir Kí-fjepparar – vælkomnir út til Løkin.

Tann guli liturin!

So er dystur aftur við Løkin í dag. Betrideildin hjá monnum hjá NSÍ og KÍ møtast og lagt er upp til ein branddyst. Vælkomnir allir Kí-fjepparar – vælkomnir út til Løkin. Bæði liðini spæla góðan fótbólt og liggja í løtuni best fyri í landskappingini. Nógv verður lagt fyri og fjepparara hjá báðum liðum eru vónríkir fyri at fáa sigurin í hús. Vónandi og væntandi fáa vit ein sera góðan og spennandi dyst – vánirnar eru góðar til tað.

Vælkomnir skulu tit vera allir klaksvíksingar og norðingar!

NSÍ er gult og KÍ blátt.

Eingin ivi skal vera um, at eg eri gulur í hjartanum og havi verið tað, so langt eg kann minnast. Eg kann ikki vera annað enn gulur. Eg eri bara so takksamur fyri, at eg fekk lut í fótbóltinum hjá NSÍ sum smádrongur og ungur drongur í sjeytiárunum. Ein so gevandi og rík tíð í góðum felagsskapi, har eg eisini fekk vinir fyri lívið. Eg komi ikki uttanum hesa tíðina uttan at nevna Jákup Mortensen og Tummas Jacobsen (Tummas hjá Hennebeth) – teir báðir løgdu lív og sál í henda góða gerning og góðu okkum so ómetaliga nógv.

Tann guli liturin er okkara litur. Tann guli liturin er tann ljósasti liturin, sum eygað kann síggja. Tann guli liturin umboðar m.a. ungdóm, stuttleika, eydnu og aðrar glaðar kenslur. Hann er ein glaður og orkufyltur litur. Ein sannroynd er eisini, at gult er besti litur til at geva eldhuga, stórt álit og bjartskygni. So guli liturin er so sera hóskandi fyri okkara felag, tí alt hetta er jú eyðkenni felagsins.

So til eina gula søgu:

Stutt eftir, at eg hevði sett meg í borgarstjórasessin í 2009 var listaframsýning í Skúlanum við Løkin. Skrivarin segði mær, at tað kom meir enn so fyri, at borgarstjórin keypti ein málning, tá málningaframsýningar vóru her um leiðir og tað lá líka sum í luftini, at roknað var við tí. Eg fór á málningaframsýning og keypti ein málning, sum mær dámdi væl. Dagin eftir varð málningurin so hongdur upp á skrivstovuni og prýddi skrivstovuna væl. So ganga árini og eg keypi fleiri málningar – málningar, sum mær dámdi væl – málningar, sum tiltalaðu meg á onkran hátt, sum eg tó ikki altíð dugdi at seta orð á. Málningarnir verða so hongdir upp á skrivstovuni hjá mær.

Eitt vetrarkvøld, eg sat einsamallur á skrivstovuni og arbeiddi, kom ein tanki fram fyri meg um hesar málningar, sum hingu uppi á veggjunum. Ymiskir í stødd,

ymisk motiv, nógvir ymiskir litir, nakrir abstraktir og aðri ikki o.s.fr., o.s.fr. Eg kom at hugsa um, um tað var nakar felagsnevnari fyri allar hesar málningar, sum eg hevði keypt.

Jú, mín sann um eg ikki fann ein felagsnevnara! Í øllum málningunum gekk ein litur aftur – ja, í øllum málningunum og tað var tann guli liturin.

Tann guli liturin var har og hann fornoktaði seg ikki – allir málningarnir vóru meiri og minni gulir. Eg smíltist fyri meg sjálvan og bleiv ikki sørt heitur um hjarta, tað má eg heilsa og siga. At tann guli liturin liturin var felagsnevnarin og ikki onkur annar litur, ja tað fløvaði.

Saman eru vit gul!

Saman standa vit sterk!

Góðan dyst!

Magnus

No items found.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
24.1.24

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.
22.1.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.
8.1.24

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.
23.12.23

Julia Naomi Mortensen við NSÍ komandi kappingarár

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.
22.12.23

Landsliðsleikari heldur fram

Sara Samson Lamhauge verður aftur at síggja í gulum kappingarárinum 2024.